 |
 |
|
|
|
|
Tað spælir ikki heilt stillisliga av, at landsstýrið og løgtingið hava hug at minka játtanina til mentanarlívið í Føroyum. Aftur fyri uppskotið um at skerja mentunnargrunnin 20% mæla listafólk til at boykotta almennu Føroyar.
|
|
|
|
|
|
At avtaka Landsbankan og lata Samhaldsfasta koma ov nær politiska valdinum, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær ov stórt vald og onki óheft eftirlit verður, siga 24 fakfeløg í hvassorðaðari yvirlýsing.
|
|
|
|
|
|
Tann sprelski sambandsløgmaðurin Kaj Leo Johannesen hevur fingið tann politiska dinosaurin á Christiansborg at láta við lállunum. Vit mugu standa saman um ríkisfelagsskapin, eru boðini, og Kaj Leo má rekast frá sum formaður, tí hann er ikki sambandsmaður.
|
|
|
|
|
|
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at hóast landsstýrið nærum dagliga sendir fráboðanir út um positiva gongd í skatta- og avgjaldsinntøkum landskassans, so er veruleikin ein annar. Teir spæla hasard við vælferðarsamfelagnum.
|
|
|
|
|
|
Løgtingið heitir á landsstýrið um at koma við eini ætlan, hvussu til ber at útbyggja eldraøkið
við fjøltáttaðum bústøðum. Uppskotið kom frá Tjóðveldi.
|
|
|
|
|
|
Samgongan má hava etið seym, skrivar Høgni í Hoydal í hvøssum ummæli av tí politiska leiki, sum BADH-samgongan stendur fyri í løtuni við skattumlættum til tey vælbjargaðu, sum skal fíggjast við hægri blokki og inntrivum frá teimum minni mentu.
|
|
|
|
|
|
Hesi mál verða á skránni, tá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri fundi á Hvonn hóskvøldið klokkan 20.00.
|
|
|
|
|
|
Sambandsflokkurin hevði fingið ein tingmann aftrat. Framsókn hevði komið inn, meðan Tjóðveldi og Fólkaflokkur høvdu mist hvør sín sess á tingi, sigur veljarakanning hjá Fynd fyri Kringvarpið.
|
|
|
 |
| SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |