 |
 |
|
|
|
|
Javnvágin í ætlaðu býráðssamonguni millum Tjóðveldi og Javnaðarflokki hevur verið viðgjørd á fundum seinnapartin og í kvøld. Semja er um at gera nýskipanir í politisku/umsitingarligu skipanini, so ið hvussu so er tveir politikarar verða til arbeiðis á Vaglinum dagliga aftrat borgarstjóranum - hvør á sínum øki: trivnaðarøkinum og tekniska økinum.
|
|
|
|
|
|
Floksformaðurin Javnaðarfloksins hevur á landsfundi boðað frá, at flokkurin hevur ikki álit á Tjóðveldi og hvørki kann ella vil samstarva við flokkin. Tessvegna eigur býráðsmanningin hjá flokkinum at taka samgongusamráðingarnar til nýggja umhugsan, skrivar Jógvan Arge.
|
|
|
|
|
|
Nú er valdagurin upprunnin. Nýggja býráðið skal mannast og veðrið er av tí fagrasta, so í so máta skuldu verið góð útlit til stóra valluttøku. Umráðandi er at fara á val og gera sína ávirkan galdandi.
|
|
|
|
|
|
| Býráðsvalið týsdagin er avgerandi fyri, hvussu menningin verður í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini. Listi E leggur dent á trivnaðin hjá heildini, virðing fyri borgarunum á bygd og í bý og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
|
|
|
|
|
|
Rimmar-tjóðveldiscafé við undirhaldi og sangi í Vilma í N. Finsensgøtu fríggjakvøldið. Á pallinum frá ca. kl. 20: Robert McBirnie, Carl Johan Jensen, Uni Arge og Torbjørn Jacobsen, sum hugleiðir um Havnina.
|
|
|
|
|
|
| Tjóðveldi hevur sitið í meiriluta í Tórshavnar býráð hetta farandi skeiðið við fýra av sjey samgongulimum, og her á síðuni kanst tú lesa um nakað av tí, sum er fingið frá hondini hesi árini.
|
|
|
|
|
|
Tilhaldið í Tórsgøtu bjóðaði í dag til fund millum allar flokkar um hvørji tilboð eru til eldri millum arbeiðslív og røktarheim. Jógvan Arge umboðaði Lista E.
|
|
|
|
|
|
Høvuðsstaðurin vil fegin vera rúmligur og vil kunna bjóða teimum ungu hendanvegin at búleikast í einum býarsamfelag, sum vil nakað, men afturfyri má hann eisini hava neyðugar sømdir, so hann kann røkja sína uppgávu til lítar
|
|
|
 |
| SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |