FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar


  • 08.11.2021 | Evni: Břkur
    Ein heilt vćl frágingin Krýnika
    Norđlýsiđ ummćlir sjeyndu krýnikuna í rřđini eftir Jógvan Arge nevnd - Fřroyar í andgletti

    Jógvan Arge hevur gjřrt tađ aftur. Í síni 7. krýniku leiđir hann okkum lesarar fram til 1990’ini. Hóast skrivingin er journalistisk, er nćrlagniđ nćrmast akademiskt uttan tó nakrantíđ at verđa turrisligt at lesa. Á komandi reglum skal krýnikan verđa ummćld.

    Hvat er tađ, sum ger, at Jógvan Arge altíđ endar á bestseljaralistunum hjá bókahandlunum? Eitt av svarunum er skrivingarlagiđ. Jógvan Arge dugir sum fáur at skriva setningar, har turr fakta gerast nćrum skaldskapur uttan at gerast banalt. Sum ein prosarithřvundur skrivar hann livandi og letur lesaran liva seg inn í verkiđ. Tađ er ikki minst í síni sjeyndu krýniku ”Fřroyar í andgletti”.

    Fyri at rřkka tí tekur Arge mál upp til viđgerđar, sum tey allarflestu í málbólkinum vćl minnast. Bókin er skrivađ til tey tilkomnu, kanska úr fimmti-fimm ára aldri og eldri, iđ upplivdu hendingarnar, skrivađ verđur um. Jógvan Arge arbeiđir seg kronologiskt fram gjřgnum sjeytiárini og áttatiárini, og fram ímóti búskaparkreppuni í nítiárunum.

    Fyrst fćr lesarin eitt áhugavert innlit í eina alliansu, iđ varđ stovnađ fyrst í 1970’unum. Hetta er grannskođaravirkiđ Sundstein og Ellefsen, sum komandi lřgmenninir Jógvan Sundstein og Pauli Ellefsen róku saman, og tíggju ár seinni býttu teir eisini valdiđ ímillum sín, har Jógvan Sundstein gjřrdist tingformađur og Pauli Ellefsen lřgmađur. Her meistrar Arge tađ vísindaliga háttalagiđ; hann leggur tađ fram, sum veruliga hendi, uttan at falla í grřvina at gerast partískur.

    Tađ verđur ógjřrlig at koma inn á allar 16 kapitlarnar í bókini, og tađ er eiheldur neyđugt, tí teir eru í roynd og veru framhald av hvřrjum řđrum – tó viđ einum undantaki.

    Jógvan Arge arbeiđir seg fram frá fyrst í sjeytiárunum og kemur at enda viđ einum blómutyssi av kapitlum, iđ hvřr á sín hátt snúgva seg um kreppuna í Fřroyum í 1990’unum.

    Undantakiđ er kapittul 9, ”Bumbađur í Persaflógva”, iđ sum kapittul stendur púra einsamallur, leysur frá heildini. Jógvan Arge hevur hinvegin ongantíđ lovađ lesarunum eitt heildarverk, har hvřr kapittul skal geva meining fyri tann nćsta, men tađ er kortini tađ, lesarin vćntar, ikki minst eftir at hava lisiđ samandráttin á bakpermuni, hóast tađ har verđur greitt tilskilađ, at vit líka skulu eitt legg í Persaraflógvan, áđrenn vit venda aftur til kreppuna.

    Tađ nýtist ikki at vera nakađ ringt, og vit síggja eisini hesar síđusřgurnar hjá mongum hřvundum, iđ greiđa frá, at í samtíđini hendu eisini onnur ting enn bara reyđi tráđurin í bókini. Hans Jacob Debes er helst besta fřroyska dřmiđ um ein sřgumann, iđ nýtir sama háttalag. Onkur lesari upplivir tađ uttan iva sum órógvandi, međan ađrir lesarar fara at taka vćl ímóti einum kćrkomnum avbroti í lesingini.

    Endin av bókini er tađ einasta, iđ tykist óskipađ í řllum bókaverkinum. Her noyđist lesarin at umstilla seg frá tí faktuella og til undirhaldspartin, eitt íđan so knapt skifti.

    Fyrst nevnir Arge nřkur áhugaverd yvirlit yvir landskassaveđhald; tađ sum helst hevđi veriđ skipađ sum fylgiskjřl í eini vísindaligari ritgerđ. Tađ er framhald av faktuellu lýsingunum í frágreiđingini um 80-árini og §19-nevndini, iđ varđ sett at kanna. Her er tađ helst upp á sítt pláss at hava yvirlit yvir veđhaldini. Men yrkingarnar at enda virka heldur malplaserađar aftast í bókini og kundu viđ fyrimuni veriđ arbeiddar inn í kapitlarnar, alt eftir tíđarskeiđi.

    Eitt avgjřrt pluss viđ bókini er myndatilfariđ. Fleiri av myndunum eru stak forkunnugar, og har at kalla ongin opna í bókini uttan í minsta lagi eina mynd. Hetta lćttir nógv um hjá teimum meira visuelt lesandi lesarunum. Eftir kolofonini at dřma er tađ Jógvan Arge sjálvur, iđ hevur myndprýtt; tó so, at tađ er Anker Eli Petersen, iđ hevur stađiđ fyri kortunum og tekningunum.

    Bókin er 187 blađsíđur til longdar. Umframt Jógvan Arge sjálvan og áđurnevnda Anker Eli Petersen, hevur Erling Isholm veriđ viđ í leikinum og hevur gjřrt navnayvirlitiđ aftast í bókini. Fřroyaprent hevur stađiđ fyri umbróting, prenti og innbinding, međan tađ er forlagiđ Tjarnardeild, iđ hevur giviđ út. Bókin kostar 299 krónur í bókahandlunum.

    Uttan iva ein bók, iđ fer at liggja undir mongum jólatrřum í ár.

    ---


    < Fřroyar í andgletti |

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR