FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (40)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi


  • 04.10.2020 | Evni: Břkur
    Jógvan Arge viđ nýggjari bók
    “Millum fjals og fjřru” er sćtta bókin í rřđini Mín krýnika og ikki minni spennandi og fjřlbroytt, enn tćr fyrru krýnikurnar. Hesa ferđ eru vit bćđi á sjónum og uppi á landi. Vit eru viđ politisk samráđingarborđ um fiskirćttindi kring alt Norđuratlantshav og vitni til politiska upploysn á lřgtingi og í landsstýri, sum í 1980 endađi viđ fyrsta heimastýrisvali í ótíđ.

    Skipafelagiđ Fřroyar keypti eitt heilt fylgi av trolarum á Kuba. 55 mans fóru til Havana eftir teimum. Trolararnir komu til sín rćtt, tá teir vórđu umbygdir og fóru at trola undir Fřroyum. P/f Beta í Fuglafirđi reiddi teir út, og reiđari var Olaf Olsen á Glyvrum.

    “Droxford” og “Sundaberg”

    Bretski vrakfiskarin “Droxford” fiskađi tin fyri 18 miljónir undir Fřroyum úr bretska farmaskipinum “Hollington”, sum varđ skotin niđur í landsynning úr Akrabergi í 1917. Hann var á veg til Murmansk viđ vápnum og lóđri, og hevđi eisini ein dýran bil viđ til zarin. Áriđ eftir fiskađi “Droxford” gull fyri 15 miljónir krónur úr einum amerikonskum farmaskipi, sum varđ sřkt í seinna kríggi.

    Trolarin “Sundaberg” úr Klaksvík sakk á heimleiđ úr Ný Fundlandi í 1973. Skipiđ tók sjógv inn, og ongi onnur ráđ vóru, enn at senda út neyđakall 400 fjórđingar úr St. Johns. Bretskir trolarar hoyrdu neyđarkalliđ og fóru at sigla til “Sundaberg”. Tá teir komu fram, vóru allir 38 menninir farnir í bátarnar, men vórđu allir bjargađir. “Othello” fór til Íslands viđ teimum.

    Tađ stóđ á gomlum nřglum, tá fiskimarkiđ fór út 1. januar 1977. Landsstýriđ ferđađist víđa um lond at tingast um fiskirćttindi. Samráđst var viđ Kanada, Grřnland, Ísland, Noreg, Felagsmarknađin, Eystursjóvar-lond og Sovjetsamveldiđ. Skuldu vit hava rćttindi hjá teimum, máttu vit í flestu fřrum lata av tilfeinginum á okkara egnu 200 fjórđinga landleiđ. Úr Moskva kom sjálvur fiskimálaráđharrin Alexander Ishkov at skriva undir.

    Ítróttur og C-HM 80

    Sjeytiárini verđa eisini lýst gjřgnum hřvundans ár sum frásřgumađur frá ítróttii og sum formađur í ětrótta-sambandi Fřroya. Har varđ dentur lagdur á samstarv viđ útlond bćđi heima og úti. ÍSF fekk limaskap í IHF í 1974. Beinanvegin vóru landsdystir móti dřnum, tjekkum, íslendingum og fleiri.

    Hondbóltslandsliđiđ tók tjóđina á bóli viđ góđum úrsliti í C-HM í Portugal í 1976. ÍSF tók řll á bóli, tá IHF-tingiđ í 1978 samtykti, at heimsmeistarakappingin í C-bólkinum í 1980 skuldi verđa í Fřroyum. So stórt tiltak hevđi ikki áđur veriđ í Fřroyum. Tey 10 londini spćldu í 10 dagar fyri fullum húsum í Havn, Klaksvík og Vági. Millum fjals og fjřru kostar 299 krónur.

    ---


    < Niels Juel Arge 100 ár |

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR