FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 21.08.2020 | Evni: Røður
    Niels Juel Arge 100 ár

    Niels Juel Arge, f. 20. august 1920, var útvarpsstjóri í 30 ár. Sjálvur tók hann lut í øllum møguligum sendingum frá ítróttakappingum til siðsøguligar samrøður og sendingar. Hann stóð á odda fyri vælumtóktu V4-sendingunum runt um oyggjarnar. Jú, bandgoymslan hjá útvarpinum er á tremur við sendingum, sum Niels Juel stjórnaði og greiddi úr hondum.

    Hann var við í myndablaðnum Eygað, sum kom út árini 1972-1976. Har skrivaði hann søguligar og sið-søguligar greinir. Árini frá 1978 til sín deyð í í mars 1995 gav hann í meðal eina bók út um árið. Kendastar eru røðirnar “Stríðsárini 1940-45” í seks bindum og “Teir sigldu úti” í fimm bindum, sum vóru bestseljarar á hvørjum ári.

    Niels Juel var sonur yngra Óla Arge av Argjum og Mallu Johannesen av Bakkanum í Vestmanna. Hann tók fyrst realprógv og síðani studentsprógv í Havn. Sum studentur var hann við í leikinum í havnargøtum um Merkið og heitti í eini røðu undir tinghúsinum á fólk um altíð at minnast, at 25. apríl var flaggdagur Føroya.

    Niels Juel var ítróttamaður. Málmaður í HB frá 1935 til 1942. Næstformaður í HB og í Ítróttasambandi Før-oya. Formaður í Tórshavnar Ítróttaráð og Havnar Róðrarfelag og limur í stadionnevndini. Niels Juel sat í Tórshavnar býráð 1949-1952 og var næstformaður í trý ár.

    Úr Íslandi til Klaksvíkar og Mykines

    Heystið 1940 fór Niels Juel til Reykjavíkar at lesa søgu. Men har var bert lærustovnur í íslendskari søgu. Á jólum var hann aftur í Føroyum. Men tá hevði hann lært seg íslendskt til lítar. Heim aftur slapp hann við “Vesturfarinum”, sum tók hann umborð í Vestmannaoyggjum. Skjótt gekk leiðin til Klaksvíkar at vera læraravikarur í realskúlanum frá mars til próvtøkan var liðug í juni 1941.

    Heystið 1941 gekk leiðin til Mykinesar at vera lærari. Hann hevði tilhald uppi á Túvala. Hesa tíðina lærdi Niels Juel mangt og hvat um føroyskt bygdalív. Ein kona segði, at seinasta neytakonugildið í Mykinesi varð hildið, tá Niels Juel var lærari. Har upplivdi hann eisini minubrestir og flogálop. Kvøldskúla hevði hann fyri ungdómum. Veðrið var ólagaligt, so hann slapp ikki av aftur oynni fyrrenn á páskum í 1942. Tá fór hann ikki vesturaftur.

    Heystið 1942 fekk Niels Juel starv í Sjóvinnubankanum. Eftir kríggið keypti hann saman við farbróðinum Bernhardi Arge og øðrum skonnartina “Glyvursnes”. Seinni keyptu teir eina aðra skonnart, sum fekk navnið “Tinganes”. “Glyvursnes” var í farmasigling, meðan “Tinganes” fleiri summur var við bátum í Grønlandi.

    Eitt skifti var hann reiðari á trolaranum “Guttaberg”. Hetta virksemi steðgaði alt upp við kreppuni fyrst í fimmtiárunum, og Niels Juel koyrdi nú lastbil og buss hjá pápa sínum í nøkur ár sum hann hevði gjørt áður.

    Fólkakærur útvarpsmaður

    Nú kom útvarpið í stropa. Niels Juel hevði gott eyga til hendan møguleikan, og skjótt varð hann biðin um at lesa upp. Hann legði fyri við upplestrum úr Antologiini hjá V.U. Hammershaimb, og summarið var ikki byrjað, tá landsstýrismaðurin Edward Mitens setti hann í starv. Tey fyrstu árini arbeiddi hann saman við fyrstu starvsfólkunum Axeli Tórgarð og Hjørdis Thomsen eins og Liasi í Rættará, ið skjótt varð settur í starv at taka sær av føroyskum tíðindum.

    Niels Juel ferðaðist dúgliga um landið at gera samrøður og reportasjur. Ítróttafrásøgumaður var hann frá-líkur. Og væl dugdi hann at fara við fólki, sum segði frá. Sjáldan vóru lurtararnir so hugaðir, sum tá hann var í holt við sandingin Dánjal í Klingruni, sum var endursendur í vikuni.

    Hann varð settur útvarpsstjóri 1. september 1960, tá Axel Tórgarð tók við prestastarvi í Kvívík. Men Axel var allar dagar útvarpinum ein trúgvur medarbeiðari, sum dugdi at gera sendingar av øllum handaslag.

    Útvarpið fekk nú tveir nýggjar medarbeiðarar. Teir vóru teknikarin Marius Rein og tann musikalski fjarritarin Ívar Iversen. Skjótt fingust eisini studentaskúlanæmingar at hjálpa til. Soleiðis komu eitt nú Hans Jacob Debes, Finnbogi ísakson og Árni Absalonsen og Jógvan Arge í útvarpið. Nú varð áherðsla løgd á at fáa ungfólk at læra til journalist.

    Tað var altíð meiningin, at Útvarp Føroya skuldi vera føroyskt. Hendan kósin varð hildin frá fyrsta degi og linkaði ikki við stjóraskiftinum. Niels Juel ivaðist ikki í, at tað bar til at gera gott føroyskt útvarp, sum bæði upplýsti og undirhelt lurtaran. Og hann var sannførdur um, at tað fór ikki at standa á at fáa føroyskt tilfar, sjálvt um fólkatalið var lítið.

    Nógv varð lagt fyri við hjálp frá eitt nú fólkunum, sum høvdu sína gongd í Havnar Sjónleikafelag. Har vóru sjónleikarar at spæla útvarpsleikir og málmenn, sum kundu skriva og týða útvarpsleikir, eitt nú Sverri Egholm, Oskar Hermansson, Poul Arne Joensen, Georg Samuelsen, Eyðun Johannesen, Elisabeth Rasmussen o.fl. Norðuri í Kvívík sat Axel Tórgarð og týddi ein leik fyri og annan eftir. Tann størsti var um rómverjan Julius Cæsar, sum Shakespeare skrivaði upp á rím. Hann var í fimm drúgvum pørtum og er eitt klenodii í savninum.

    Dentur varð lagdur á at lesa føroyskar og týddar framhaldssøgur. Væl umtóktir upplesarar vóru eitt nú Olivur Næss, Hans Thomsen, Jóhanna Maria Djurhuus, Margreta Næss, Laura Joensen, Einar Joensen og Marius Johannesen. Tað mesta, sum kom út á føroyskum, varð lisið, og skipað varð fyri týðingum úr heimsbókmentunum. Ein tann fremsti í so máta var Hans Thomsen.

    Frá smáum korum til V4

    Útvarpið hevði tað strævið tey fyrstu 10-12 árini. Manningin var lítil, pengarnir smáir, senditíðin stutt, men tað hevði lurtarar. Høvur varð lagt í blot, hvussu bøtast kundi um teir fíggjarligu umstøðurnar, sum løgting og landsstýri ikki so væl vildu hjúkla um.

    Tað varð gjørt við uppskotinum um happadráttin V4 til frama fyri útvarpið sjálvt. Málið kom fyri tingið og varð samtykt. V4 byrjaði við drátti og undirhaldi tann 29. november 1969 og broytti allar umstøður.

    Nú varð manningin víðkað og senditíðin økt eitt sindur í senn. Samstundis varð farið undir at fyrireika eitt útvarpshús, ið var bygt til endamálið. Tað tók sína tíð, men var endaliga liðugt á sjálvum 25 ára degnum 6. februar í 1982. Útvarpið hevði longu goldið helvtina kontant, tá húsið stóð liðugt.

    Tá varð ferð sett á at víðka senditíðina. Men ansað varð eftir ikki at spola so avstað, at soðið bleiv ov tunt. Ein meginregla var, at helmingurin av tilfarinum var talusendingar og hin helmingurin tónleikur.

    Tað kravdi sín mann at vera útvarpsstjóri. Útvarpið var ógvuliga centralt í gerandisdegnum hjá høgum og lágum, og serliga nakrir av teimum høgu høvdu hug at illneitast og leggja fót fyri útvarpinum. Telefonin gløddi javnan á Tinghúsvegnum av mótmælum og skeldsorðum. Men tað javnaði seg sum oftast. Niels Juel var útvarpsstjóri til 1. mei 1990, tá hann fór frá fyri aldur.

    Nógvar bøkur

    Fyrsta bókin, sum Niels Juel Arge skrivaði, var “Argjamenn” um ættleggin av Argjum, Hólalagi í Hvalba og Kjalnesi í Kollafirði í 1978. Tvey ár seinni gav hann út flaggsøguna “Merkið”, sum hevði hansara stóra áhuga frá ungdóminum. Róðrarsøguna “Drekan” um Havnar Róðrarfelag skrivaði hann í 1982. Tá kom eisini søgan um Rock All, sum var eitt av hansara yndisevnum í útvarpinum.

    Bókina um Tórshavnar Sløkkilið skrivaði hann í 1983. Sama árið kom bókin um Sjóvinnubankan í 50 ár. Í 1985 varð farið undir Stríðsárini við Hersettum oyggjum í 1985, Sigla vandasjógv í 1986, Føroyar bumbaðar í 1987, Millum minur og kavbátar í 1988, Skansi í Atlantshavi í 1989 og Kríggið endar í 1990.

    Í 1985 fekk Niels Juel virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir frá Tórshavnar Býráð.

    Inn ímillum, í 1987, kom bókin “Fólk í Havn” um havnarfólk og fólk av bygd, sum búsettust í Havn. Árini 1991-1995 komu út tær fimm bøkurnar í røðini “Teir sigldu úti” um allar teir mongu føroyingarnar, sum sigldu úti í verðini undir krígnum. Hetta bókaverk avdúkaði, at føroyskir sjómenn høvdu verið um allan heim hesi ringu árini, og mangan var onkur føroyingar har, sum harðast leikaði á. Nógvar av bókunum vórðu seldar í óhoyrt mongum eintøkum.

    Niels Juel var útvarpsstjóri til 1. mai 1990, tá hann fór frá fyri aldur. ---


    < Mentamaður í serklassa | Jógvan Arge við nýggjari bók >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR