FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • rolex replica
  • replicas relojes
  • rolex kopia


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 04.06.2019 | Evni: Røður
    Merkið 100 ár
    Tað vóru eldhugað føroysk ungfólk í Keypmannahavn, sum eggjaðu til Merkið. Nú eru júst 100 ár síðani tey á fyrsta sinni vóru á ferð við heimsins vakrasta flaggi - tí hvíta dúkinum við krossinum, sum blánar sum loftið og rodnar sum blóð.

    Føroyingafelagið í Keypmannahavn hevði hendan morgunin boðað til hvítusunnu-útferð í hesum hugnaliga Norðmansdali við kongsborgina Fredensborg. Dalurin er enn sum áður eyðkendur fyri tær mongu spennandi standmyndirnar av føroyingum og norðmonnum í arbeiðsklæðum og hátíðarbúnum frá 1700-talinum.

    Útferðarfólkið fór við toki úr Keypmannahavn annan hvítusunnumorgun 2. juni 1919. Merkið var fest á eina stong, men tey hildu seg ikki kunna flagga við tí inni í tokinum, so tað varð rullað upp á sjálva stongina. Tá komið varð higar niðan, vildi útferðarfólkið sjálvandi hava flaggið á stong og við tí á odda ganga í skrúðgongu í Norðmansdalin.

    Christian 10. kongur segðist vera staddur her á síni Friðarborg. Tá tann allarfyrsta skrúðgongan við Merkinum nærkaðist kongsborgini, kom stígur í. Spurningurin var, um tey skuldu hætta sær fram við borgini við Merkinum, sum varð sett upp ímóti Danabrók.

    Tá bjóðaði tann 19 ára gamli Kjartan Mohr sær til at bera Merkið fram við kongs-borgini. Sostatt bar hann Merkið gjøgnum tann fyrsta skerseldin. Kjartan hevði í fýra ár lært at byggja skip á Keypmannahavnar Flótidokk og Skipasmiðju.

    Samstundis lærdi vinmaður hansara Petur Wigelund á Norðhavnsverftinum. Kjartan stovnaði sum vaksin sína egnu skipasmiðju í Havn, og Petur Wigelund var í eitt mannaminni stjóri á Slippstøðini í Reykjavík.

    Kjartan mintist, at í Norðmansdalinum var ein lítil heyggjur og ein lægd, og Merkið varð sett á heyggin. Fólkið legði seg í grasið í lægdini at eta morgunmat - errin av at hava Merkið veittrandi uppi yvir sær.

    Úr Norðmansdalinum varð farið heim við toki. Tá vóru útferðarfólkini ikki so smæðin sum um morgunin. Flaggað varð út gjøgnum vindeygað í tokinum. “Tá vóru vit bara stolt, tí tá var sloppið”, segði fyrsti merkismaðurin 50 ár seinni.

    Søgan um Merkið byrjaði, tá fyrri heimsbardagi var av. Studentarnir Janus Øssursson og Jens Oliver Lisberg komu nógv saman við íslendskum studentum í Keypmanna-havn og vóru sera hugtiknir av teirra fosturlandsalski og sjálvbjargnisanda.

    Teir vóru við á íslendsku veitsluni fyri sjálvsstýrinum 1. december 1918. Tað gjørdi teimum mun, at íslendingar høvdu fingið sítt egna krossmerki viðurkent. Janus tók til, at føroyingar vóru ikki so væl fyri. Tí vit flaggaðu við einum merki, sum ikki var føroyskt, tá ið boðað frá sorg ella gleði.

    Studentarnir settu sær fyri at gera eitt rættiligt føroyskt flagg í staðin fyri veðra-merkið og tjaldursmerkið. Jens Olivur tók til, at “skulu føroyingar eina ferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki”. Føroysku studentarnir hildu ikki, at djóramynd hóskaði í einum tjóðarflaggi.

    Teir vóru eldhugaðir fyri teimum sjónarmiðum, sum amerikanski forsetin Woodrow Wilson bar fram um at skipa eina Fólkasamgongu, har allar tjóðir áttu sess, og allar tjóðir høvdu frælsið at ráða fyri sínum egnu viðurskiftum.

    Tí heitti Studentafelagið á løgtingið um at krevja, at grundlógin, sum var í umbúna í Danmark, varð orðað soleiðis, at Føroya løgting kundi fáa lóggávuvald uttan at lógin nýttist at verða broytt aftur. Løgtingið tók undir við áheitanini, men ríkisstjórnin gjørdi onki við málið.

    Jens Olivur og Janus tóku studentsprógv í Sorø í 1917. Í januar 1919 funnust teir á aðalfundi í Føroyingafelag hvassliga at nevndini og søgdu seg óttast, at felagið fór at bløða burtur. Nevndin vísti atfinningunum frá sær, men Jens Olivur varð valdur í nevndina sum kassameistari. Á sama fundi varð Emil Joensen valdur skrivari.

    Skjótt komu Jens Olivur og Janus í nevndina í Studentafelagnum saman við Louis Zachariassen, sum varð formaður. Teir gjørdu nýtt endamál fyri felagið, sum var at vekja ans fyri tjóðskaparligum viðurskiftum og fremja tey. Hetta var sama vetur, arbeitt varð við krossflagginum.

    Føstulávintsunnudag 2. mars var veitslufundur í Føroyingafelag. Merkið varð borið fram og vígt. Har røddu fyrst Rasmus á Háskúlanum, Andrass Samuelsen og Jóannes bóndi, og sungin varð “Eg oyggjar veit”. Gerðabókin heldur fram:

    “Og fram stóð stud. polyt. Louis Zachariassen við einum nýggjum føroyskum flaggi. Bað hann føroyingar nýta hetta flaggið í staðin fyri Veðraflaggið. Tann rolex replica hvíti liturin skuldi replicas relojes minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin var samansettur av teimum elligomlu føroysku nationallitunum og skuldu minna um skyldskapin við øll hini norðurlond.

    Í gerðabókini stendur, at “Kraftiga rungaðu hurrárópini fyri flagginum og sungin varð sangur. Íslendski studenturin Sveinbjørn Høgnason bar føroyingum kvøðu sína og ynskti frændum sínum lukku við hesum nýggja merkinum. Norskur kennari úr Kristianiu bar heilsu Noregs vegna og úttalaði gleði við at hava verið her til steðis. ... Stemningurin var sera góður – tað kendist á hurrárópunum og serliga á tí megnar føroyska sangi, ið borin var av sterkum føroyskum følilsi”.

    Louis Zachariassen stóð uppi á einum borði, tá hann vísti fram tey bæði borðfløggini, sum Jens Olivur hevði fingið gjørt á eini flaggverksmiðju eftir ein fyrimund, ið Ninna Arge Jacobsen hevði seymað. Nú fór hann aftur á verksmiðjuna og fekk teir at gera sær eitt stórt flagg. Tá hann fór eftir Merkinum var Janus Øssursson við.

    Teir fóru inn á herbergið hjá Emil Joensen á Garði og stungu flaggið út av vindeyganum. Nú veittraði Merkið fyrstu ferð undir víðum lofti, og íslendskir studentar í garð-inum fagnaðu tí við hurrárópum. 11. mars var flaggið góðtikið í Studentafelagnum.

    Okkurt um 100 fólk vóru við í Norðmansdalinum fyri í dag 100 árum síðani. Leingi válaðu tey í Slotsparkini og funnu ikki fundarstaðin, sigur gerðabókin.

    Jóannes bóndi talaði vakurt og áhugavert um Føroya fólk sum sermerkta tjóð, og nevndi, at Norðmansdalurin við øllum sínum standmyndum segði frá fólkalívi. Teir gomlu kongarnir, sum høvdu sett tær, høvdu havt ans fyri, at føroyingar vóru eitt egið fólk, helt hann.

    Stud. mag. Chrisoffer Lutzen talaði um føroyskt mál og tað stórverk, sum Vensil Hammershaimb hevði gjørt fyri mál okkara. Hann mælti til at halda fram við hesum stríði, til føroyskt mál aftur var komið í ta støðu, sum tað av røttum átti í Føroyum.

    Louis Zachariassen hevði eitt yvirlit yvir politisku søgu Føroya. Hann vísti á, hvussu sjálvstýrið so við og við hevði vunnið fram, og hann endaði við at lesa studentaupp-skotið, ið nýliga var sent løgtinginum um føroyskt lóggávuvald.

    Í gerðabók Føroyingafelags tók Emil Joensen samanum: “Hýrurin var so góður, at nærsagt allur túrurin heimaftur gekk við at syngja føroyskar sangir. Hetta er ein tann besta útferð, sum Føroyingafelag hevur skipað fyri”.

    Vágbingurin Gunnar Dahl-Olsen var hugtikin av Merkinum og yrkti fyrsta flaggsangin, har eitt ørindi ljóðar soleiðis:

    Reytt sum blóð og fannahvítt, og blátt sum havsins bylgja verð heilsað Føroya flaggið frítt, sum føroyingum skal fylgja - frá vøggu til svørtu grøv – yvir land og yvir høv.

    Ein annar vágbingur, seinni yvirlæknin Pauli Dahl, plagdi at siga, at búfelagi sín Jens Olivur Lisberg var tann kveikjandi og eggjandi sálin í føroyska studentalívinum í Keypmannahavn. Hann las løgfrøði, og hevði ikki lægri mál enn at gerast hægsti em-bætismaður í Føroyum.

    Í juni 1919 fór hann heim at ferðast. Við sær hevði hann fyrsta stóra eintakið av Merkinum og lat tað veittra uttanfyri barnaheim sítt vesturi á Fløtti hin 22. juni 1919. Sama Merki hevur í mong ár havt heiðurspláss í Fámjins kirkju.

    Móti sumri 1920 tók Jens Olivur 1. part. Tá var hann longu illa farin av sponsku sjúku. Lá leingi á Kommunuhospitalinum, har hann 23 ára gamal andaðist 31. august. Hann er grivin í Fámjin, og Studentafelagið heiðraði hann við prýðiligum gravsteini við áskrift eftir Janus Djurhuus: “Ungur fórt tú felagsbróðir, tú vart drongur aðalgóður”.

    Merkið fekk skjótt undirtøku í Føroyum. Í Havn varð stovnað ungmannafelag, ið fekk navn eftir Merkinum. Skjótt varð flaggað við tí á fólkafundum og øðrum samkomum - eins og bátar og skip fóru at brúka Merkið, og tað kostaði eitt nú bøtur og mist grønlandsloyvi.

    Danska stjórnin fekk Merkið strikað á Tingvøllum á 1000 ára hátíðini fyri altinginum, og sjálvt løgtingið sýtti fyri at flagga við tí á 900 ára haldinum fyri deyða Ólavs kongs Halga í 1930.

    Ruðulleikin var fullkomin, tá prædikan hendan ólavsøkudagin varð hildin á donskum. Bara 11 tingmenn vóru í skrúðgonguni. 12 settust aftur, tí teir vildu ikki lýða á danska prædiku. Hetta var helst dyggiligasta mótmæli, sum nakrantíð var sæð í Føroyum.

    Gølan var stór, tá Merkið varð hongt út av vindeyganum í løgtinginum samstundis, sum Dannebrog rolex kopia datt niður á eina stong í skjøldrinum. Páll í Kirkjubø rópti “Leingi livið føroyska flaggið”, og amtmaðurin rópti “Tag den klud bort”. Páll fekk 300 kr í bót. Føroya flaggfelag rindaði hana við viðmerkingini: “Vit mótmæla, hevja okkara flagg og krevja okkara rætt”.

    Stríðið um flaggið helt fram, og alt eftir, um sambandið ella sjálvstýrið ráddi, flaggaði løgtingið við Danneborg ella Merkinum. Flaggmálið var tí ikki loyst, tá Føroyar vórðu hersettar í apríl 1940.

    Christian kongur 10. varð frákoyrdur í Íslandi. Í Havn var stór mannamúgva í gøtunum allan dagin. Tingið hevði fund um eina áheitan at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki, men hurðarnar vóru læstar.

    Hósdagin 11. apríl segði Churchill í BBC, at Bretland hevði tikið Føroyar. Sama dag var sluppin “Eysturoyggin” steðgað við Orknoyggjar og kaptein Mikkelsen fekk boð um at heysa Merkið á skipið.

    23. apríl sendi amtmaðurin boð út á “Norðbúgvan” um at taka føroyska flaggið niður, áðrenn hann fór til Onglands. Esmar Fuglø segði seg vilja hugsa um tað, tá hann kom aftur.

    24. apríl hevði ungmannafelagið Merkið fund á Tinghúsvøllinum. Øgilig mannamúgva kom saman á Tinghúsvøllinum. Fundurin heitti á amtmannin um føroyskt flagg á skipunum. Við 11 fløggum á odda verður farið til amtmannin. Hann svaraði, at hann hevði mótmælt hjá bretum, at føroyingar sigldu undir øðrum enn Dannebrog.

    Farið varð til konsulin Frederick Mason við einum brævi, sum segði, at stórur partur av Føroya fólki vildi ikki hava annað flagg, enn tað føroyska. Hósdagin 25. apríl boðaði bretska herflotaleiðslan frá, at øll føroysk skip skuldu hava føroysk fløgg.

    Sum umstøðurnar vóru, játtaði amtmaðurin, og fólk hittust aftur á Tinghúsvøllinum. Kvøldið endaði við sanginum “Nú dagurin at enda er” og mannamúgvan sló ring.

    Dagin eftir vóru nógv føroysk fløgg á stong í Havn og út gjøgnum vindeygu. Á øllum skipum veittraði Merkið, og “Tór 1” hevði øll signalfløggini uppi. Óivað ein fagnaðarløta, sum fáur kendi makan til.

    Merkið fekk seinni aðrar viðurkenningar við eitt nú heimastýrislógini og løgtingsins flagglóg. Við limaskapi í norðurlendskum, evropeiskum og alheims feløgum er Merkið nógvastaðni sloppið upp í part saman við øðrum fløggum.

    Tað hevur eisini umboðað okkum heilt uppi á toppinum á Mont Blanc og Mont Everest, hægstu fjøllum í Evropa og í heiminum. Men enn sleppur tað ikki inn um allar dyr.

    Læst og fyribundið er hjá føroyingum at luttaka í olympiskum leikum undir Merkinum, tí vit verða ikki mett sum fullgóð sjálvstøðug tjóð.

    Tí syngja vit enn sum áður:

    Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum, fagurt og frítt, og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg, síggi brim randa strendur og berg, hoyri vetrarins brot / boða summarsins lot, hoyri heystmyrka lag / boða várljósan dag. Fylkjast rað vit í rað, kenna hjørtuni tað: / Vit við tær stevna stinnir avstað.

    ---


    < ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019) | Nýggj krýnika í bókabúðunum >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR