FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • fake watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 02.11.2016 | Evni: Býráðið
    Stýringina aftur á beint
    Flokkurin við meirilutanum á Vaglinum farnu býráðssetu hevur nú lovað at halda lyftini um íløgur, sum semja var um at fremja longu frá 2012. Talan er m.a. um Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum og 50 m langhylin.

    Bakvent er at hoyra flokk lova at fremja nakað áðrenn 2020, sum longu skuldi verið framt. Nú verða allar íløgurnar kroystar inn í komandi skeið saman við Tórsvølli, parkeringshúsum, miðbýarætlanum, vegagerðum, útstykkingum v.m.

    Vandamikið er onga langtíðarætlan at hava fyri íløgur, tí endin gerst – eins og vit hava sæð – at tilvildarligar íløgur verða gjørdar í staðin. Um reppið var jú, at býráðssalur varð gjørdur oman á eina saltsilo á Vestaru bryggju, og at Bacalao endaði sum eitt baðiland.

    Vit í Tjóðveldi ætla at stýra eftir eini greiðari íløguætlan, sum ikki setir kommunukassan í vanda. Hetta er alneyðugt, tí við teimum íløgum, sum longu nú standa á skrá, verður upphæddin meir enn eina milliard krónur.

    Samstundis sum tilvildin hevur gjørt um seg, hevur lítil ansur verið vístur grundtænastunum til borgararnar. Eldraøkið verður ein risastór avbjóðing næstu árini. Kortini er ongin króna sett av til munagóðar íløgur ella rakstrarbatar á økinum í 2017. UK AAA luxury fake watches at affordable prices are all available!

    Neyðugt er eisini at menna dagstovnaøkið, so pedagogar og hjálparfólk fáa meiri tíð til hvørt einstakt barnið á teimum mongu dagstovnunum. Vit skjóta upp at játta hesum málsøkjum 10 mió kr. eyka í part.

    Um skamma stund stendur Tórshavnar kommuna eisini fyri tí avbjóðing, at ferðslan í býnum fer at økjast munandi av Eysturoyartunnlinum. Meirilutin á Vaglinum hevur ikki fyrireikað býin til hesa stóru broyting, og bara eftir at Tjóðveldi í seinastuni hevur sóknast eftir loysnum við innkomuvegnum, kom røringur í, men loysnin er enn bara hálv.

    Ein líka átrokandi spurningur er parkeringin í býnum. Upplagt er at gera eitt parkeringshús á Skálatrøð og kanska ein parkeringstunnil á Bursatangaleiðini. Tí bilarnir bara fjølgast.

    Tórshavnar kommunu tørvar kós og væl tilrættislagdan heildarpolitikk, og hendan politikkin fara við í Tjóðveldinum at fremja, sleppa vit framat aftur. Vit hava góðar royndir av góðum samstørvum í býráðnum, serliga tá samgongurnar hava stýrt eftir greiðum samgonguskjølum.

    Ov nógv tilvild hevur rátt í kommunupolitikkinum farnu fýra árini. Vit ætla at fáa politikkin aftur á beint – og biðja um tín stuðul til tess!

    X við E.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi


    < 10 mió eyka til eldrarøkt og heimatænastu | Hon teknar ræðumyndir í skúlamálum >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR