FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 17.10.2016 | Evni: Býráđiđ
    Nýggj bók frá Jógvan Arge
    Í dag kemur ársins krýnika frá Jógvani Arge, útvarpsmanni. Hetta er annar partur av endurminningum úr ungdómsárum hansara viđ heitinum “Havnarmađur og gřtuskuri”. Bókin er á tremur viđ góđum anekdotum og myndum, sum klćđa krýnikuni.

    “Havnarmađur og gřtuskuri 2” snýr seg um upplivingar í 50unum og 60unum. Byrjađ verđur viđ einasta túri, Jógvan var til skips, tá hann 14 ára gamal var á sild viđ sluppini “Grundick”. Fyrstu uttanlandsferđirnar vóru til Danmarkar viđ skótum í 1960 og skúlabřrnum í 1961. Sagt verđur frá hepnari íslandsferđ hjá HB-dreingjum í 1962, tá teir tóku bćđi heimafólkiđ og íslendingar á bóli viđ sínum góđa spćli og frćgu úrslitum.

    Jógvan var viđ skótunum á heimsjamboree í Grikkalandi í 1963. Skótarnir fóru gjřgnum makedonska hřvuđsstađin Skoplje stutt áđrenn partur av honum varđ lagdur í oyđi í hřrđum jarđskálvta.

    Á Maratonflřtuni vórđu skótarnir vćl fagnađir, tá teir fyri fleiri túsund fólkum viđ Paul kongi á odda sýndu fram fřroyskan dans og dansispřl á serliga amfipallinum, sum var gjřrdur til hřviđ. Í 50unum varđ ferđast í egnum landi.

    Meginparturin av feriunum varđ hildin hjá ommuni og abbanum í Gřtu og hjá mostrum á Glyvrum og í Saltangará. Í hesi bók er eisini ein ferđ hús úr húsi í Syđrugřtu í 50unum. Greitt verđur frá fólki, umstřđum og skyldskapi v.m.

    Sagt verđur frá bygdarinnar handilssřgu frá Grćkarisi á Gřrđum og Skúla Jógvani um Absalon Jacobsen á Dunganum til Jóan Paula og Jóan Lias Gregersen.

    Gjřrt verđur burtur úr summarfrítíđum viđ Skálafjřrđin og fólkum, hann hitti har. Hetta vóru broytingartíđir, nú havnarlag var bygt í Runavík. Hađani gjřrdi Jógvan sína fyrstu fótbóltsferđ, sum var úr Runavík til Skálar viđ motorinum “Berghild” hjá kapteyninum Petur Poulsen. Úr Runavík gjřrdi Jógvan eisini eina ótilćtlađa havnarferđ viđ “Tjaldrinum”.

    Hálvvaksin savnađi Jógvan autografar frá útlendskum ítróttafólkum viđ brćvaskifti. Favorittar vóru eitt nú donsku fótbóltsmenninir John Danielsen og Richard Mřller Nielsen. Tann kenda súkklaran Kay Werner Nielsen fór Jógvan sjálvur at hitta í Keypmannahavn.

    Jógvan hevđi stutta, men spennandi karrieru í fótbólti og borđtennis. 14 ára gamal basti hann einum kendum fřroyameistara í borđtennis, og heili trý ár var hann fastur á dreingjaliđnum hjá HB. Eftir tađ fór hann skjótt at útvarpa fótbólt og annan ítrótt og helt fram viđ tí í eini 45 ár.

    “Havnarmađur og gřtuskuri – 2” kemur í bókabúđir og handlar kring landiđ í hesum dřgum. Bókin er prýdd viđ heili 270 myndum, fyri tađ mesta av fólki, og nřvnini, sum eru skrásett, eru oman fyri 2000. Síđurnar eru slakar 250, og bókin kostar 299 krónur. Fřroyaprent hevur brotiđ um og prentađ.

    ---


    < Vandi fyri óviđkomandi atlitum | Fólkiđ fyrst og fremst >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR