FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 10.10.2016 | Evni: Býráđiđ
    Musikkskúlin á vegamóti
    Samgongan á Vaglinum hevur ikki megnađ at útvega Tórshavnar Musikkskúla nýggj og tíđarhóskandi hřli í hesum valskeiđnum. Ivasamt er, um nřkur slík avgerđ verđur tikin fyri býráđsvaliđ 8. november.

    Fyrireikingarnar til skúlan eru tambađar so langt út, at nýggi musikkskúlin enn sum áđur hongur í leysum lofti. Greitt tekin um tađ er, at hóast projekteringin av spildurnýggjum skúla úti viđ Landavegin er liđug, verđur arbeiđiđ framvegis ikki bođiđ út.

    Skúlin hevur veriđ á rundferđ í býnum meginpartin av hesum fýra ára skeiđnum. Fyrst skuldi hann ikki grynna í Sortudíki. So varđ roynt at proppa hann inn í Kommunuskúlan. Síđani varđ roynt á einum stykki viđ Handilsskúlan.

    Hađani varđ flutt á eitt slćttađ ítróttařki viđ Landavegin. So gjřrdi hann eitt rend oman á Skálatrřđ, men varđ skjótt dragsađur niđan aftur á Landavegin.

    Í ár hevur Musikkskúlin loksins fingiđ tćr střddir og víddir, sum eitt tílíkt hús skal hava, men nú avgerandi stigiđ skal takast, knípur viđ at bjóđa arbeiđiđ út.

    Hóast tvey býráđ ferđ eftir ferđ hava tikiđ einmćlt undir viđ málinum, so er hendan skúlaćtlan ikki vorđin veruleiki. Tessvegna hava tey, sum varđa av musikkskúlanum og eru góđ viđ hann, veriđ fyri einum vónbroti fyri og řđrum eftir.

    Býráđiđ hevur játtađ tilsamans 40 milliónir krónur til byggingina. Teir pengarnir standa framvegis á ílřgućtlanini. Kostnađurin verđur meir enn tađ, men hesar fyrstu 40 eru ein dygg byrjan og áttu at veriđ sjónligt prógv um, at Tórshavnar býráđ hevur meint sítt prát um nýggjan musikkskúla.

    Nú frćttist, at Tórshavnar kommuna fer at fáa góđar 40 mió. kr. av áđur brúktum ílřgum í kassan aftur fyri bankahúsini í Húsagřtu. Tađ hevđi veriđ funnin fressur nú at játta burtur av hesum pengunum til Musikkskúlan.

    Vónandi setir býráđiđ ćtlanina í verk. Tjóđveldi stendur enn sum áđur aftanfyri ćtlanina at byggja tónleikafólkinum, ungum sum tilkomnum, ein virđiligan og tiltrongdan skúla í hřvuđsstađnum.

    X viđ E

    Jógvan Arge varaborgarstjóri ---


    < Tann křvisligi kloakkroykurin | Vandi fyri óviđkomandi atlitum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR