FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti


  • 06.10.2016 | Evni: Býráđiđ
    Tann křvisligi kloakkroykurin
    Spillivatnsćtlanin er eitt hugtak í kommunalum hřpi. Hetta er ein ćtlan um at beina alt skitiđ frárensl frá rottangum og vatnavlopum út á streymasjógv. Til tess er neyđugt at hava eitt gott og trygt undirstřđukervi viđ rřrum og savningar- og reinsibrunnum.

    Av kommununum hevur Tórshavnar kommuna sjálvsagt střrstu uppgávuna í so máta. Javnt og samt hevur veriđ arbeitt viđ at leggja gamlar kloakkir av nýggjum og fřra leivdirnar út á streymasjógv. Hetta er fariđ fram bćđi í Havn, á Argjum, í Hoyvík og bygdunum annars í kommununi.

    Batin hevur veriđ stórur í střđum, men vit eru ikki komin nóg langt enn til tess at lúka treytirnar í spillivatnsćtlanini, sum landiđ hevur gjřrt. Fyritreytin fyri at gera framstig er, at nóg nógvir pengar verđa játtađir til arbeiđiđ.

    Frá 2005 setti táverandi samgongan í međal 15 mió. kr. árliga av á ílřgum til arbeiđiđ, viđhvřrt meir. Nógv fekst á skaftiđ, men sum fráleiđ minkađu játtanirnar eins og hugurin hjá teimum ráđandi at fáa hetta frá hondini. Seinastu árini hevur játtanin veriđ meir at kalla ein viđfáningur, og tessvegna er framvegis langt eftir á mál.

    Tjóđveldi metir máliđ um spillivatniđ sum ein tann týdningarmesta umhvřrvis- og trivnađarspurningin í dag. Altumráđandi er, at vit hava reinar áir og vágir, og líka so umráđandi er tađ, at vit hava reina luft millum húsini. Hetta eru alt fyritreytir fyri góđum og sunnum trivnađi. Fátt er so křvisligt sum at vađa í kloakkroyki.

    Tí rađfestir Tjóđveldi máliđ, og fáa vit ávirkan eftir býráđsvaliđ, verđa játtanirnar til hesi átřk hćkkađar aftur, so tćr muna.

    Jógvan Arge ---


    < Fólkiđ fyrst og fremst | Musikkskúlin á vegamóti >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR