FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti


  • 28.09.2016 | Evni: Býráđiđ
    Ongi serlig átřk á eldrařkinum
    Fíggjarćtlanin hjá Tórshavnar býráđ fekk eina sjáldsama framlřgu á seinasta býráđsfundi. Ćtlanin varđ gjřrd viđ teirri fortreyt, at skattaprosentiđ varđ tađ sama í 2017, sum tađ er í 2016.

    Men longu áđrenn máliđ var komiđ á býráđsborđ, var uppskotiđ broytt, tí órógv var í samgonguni. Tađ prutlađi undir lokinum, og tá máliđ loksins kom fyri býráđsfundin, endađi framlřgan viđ, at samgongan umhugsar at lćkka skattaprosentiđ nćsta ár.

    Onkur hevur sagt 0,5 prosent, onkur annar eitt sindur minni og onkur triđi nakađ vćl meir. Stađfestast kann, at lćkkar skattaprosentiđ 0,5 prosent, minkar inntřkan einar 17 mió. kr. Lćkkar skattaprosentiđ 1 prosent, minkar skattainntřkan um 35 mió. kr. Lćkkar tađ 4 prosent, sum eisini er skotiđ upp, verđa 140 mió. kr. minni hjá býráđnum at gera gott viđ nćsta ár.

    Víst hevur kommunan havt stórar meirinntřkur seinastu tvey árini. Eins víst er tađ, at kommunan setir seg fyri stórum útreiđslum í nćstu framtíđ. Á fíggjarćtlanini eru 80 mió. kr. settar av til ílřgur í Skúlan á Flřtum einsamallan. Hetta er bert ein lítil partur. Hann fer at kosta um 350 mió. kr.

    Onki nýtt er á komandi fíggjarćtlan sett av til Musikkskúlan. 17,5 mió. kr. fara til hřllina á Hálsi og 5 mió. kr. til Tórsvřll. Til fríđkan av býnum eru avsettar 3 mió. kr. og 5 mió. kr. til kloakkir. Haraftrat eru 160 mió. kr. settar av til ílřgur í Tórshavnar havn - aftrat teimum 200 mió kr, sum vórđu settar av í fjřr.

    Smápengar til eldramál Tađ, sum kanska er tađ mest undrunarsama taliđ, er minsta taliđ til ílřgur - 1,5 mió kr. til at fyrireika íbúđardepil fyri eldri fólk. Hetta er ein dropi í haviđ, og samanumtikiđ hava tey eldru lítiđ nýtt í vćntu soleiđis, sum fíggjaćtlanin sćr út í lřtuni.

    Raksturin á eldrařkinum er bara rađfestur fimm milliónir meir, enn hann kostar í hesum árinum. Av hesum fimm fer ein góđ millión til lřnarhćkkingar. Nú eru so bara fýra eftir til nýggj átřk á eldrařkinum 2017.

    Fyri hesar 4 milliónirnar broytir tú onki eldrařki. Tú fćrt ikki sett í verk nakađ serligt av batum í heimatćnastuni, og tú fćrt heldur ikki fariđ undir at endurnýggja tey búpláss, sum tíđin er um at fara frá.

    Trýstiđ á eldrarřktina í Tórshavnar kommunu er řkt. Aldurssamansetingin er broytt. Taliđ á fólki 80 ár og eldri fer ćtlandi at tvífaldast komandi 15 árini.

    Hetta fer eisini at řkja trýstiđ á tćnastur og tilbođ, sum Heilsu- og umsorganartćnastan skal veita. Eldrařkiđ fer at kosta alsamt meir og verđur střrsta einstaka uppgávuřkiđ hjá kommununi, stendur at lesa í eini frágreiđing frá trivnađarfyrisitingini.

    Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er, at hava fólk umstřđur til tađ, verđa tey heima sum longst. Tí skal eitt nú heimatćnastan styrkjast og lúka třrv borgarans, eisini til fyribyrging, heilsustimbran og rahabilitering.

    Í politikkinum er dentur lagdur á at útvega nýggjar bústađarmřguleikar, sum eru lagađir til umstřđurnar. Lagt verđur upp til nýhugsan og at nýta vćlferđartřkni v.m.

    Sum skilst skula ađrar rađfestingar til enn tćr, sum eru til skjals í uppskoti meirilutans til fíggjarćtlan.

    Vit ásanna, at annađ skal til enn orđabrask, skal býráđiđ liva upp til tađ heitiđ, sum varđ strongt, tá býráđiđ upp undir yvirtřkuna frá landinum samtykti sín egna eldrapolitikk undir heitinum “Virkin og vakin – alt líviđ”.

    Set tí X viđ E á býráđsvalinum 8. november!

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóđveldi

    ---


    < Parkeringshús í miđbýnum beinanvegin | Fólkiđ fyrst og fremst >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR