FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1162)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin


  • 22.09.2016 | Evni: Býráđiđ
    Parkeringshús í miđbýnum beinanvegin
    Tađ var hugaligt at koma fram viđ á Hálsi í gjár. Eftir fáum vikum er eitt nýtt og stórt parkeringspláss gjřrt mestsum klárt til asfaltering viđ Hřllina á Hálsi. Hetta kemur í stađin fyri plássiđ, sum nú er sprongt burtur til frama fyri nýggju hřllina. Nýggja plássiđ er vćl střrri enn tađ gamla.

    So vćl hevur ikki gingiđ at útvega nýggj parkeringspláss niđri í miđbýnum. Sambćrt Eiriki Lindenskov á in.fo í Vágsbotni eru fleiri enn 50 bilstřđlar horvnir í miđbýnum seinastu árini samstundis, sum bilferđslan er řkt munandi. Sjálvt nú, međan arbeitt hevur veriđ eftir eini nýggjari miđbýarćtlan, eru parkeringspláss farin undir heilt ella tikin til ađra nýtslu.

    Sum dřmi um gongdina seinastu árini verđur nevnt, at á bryggjuni í Vágsbotni eru eini 30 parkeringspláss lřgd til ađra nýtslu og bryggjan mestsum stongd fyri rullandi atkomu. Í Tinganesi eru eini 10 střđlar reserverađir til landsins leiđslu.

    Henda gongd er til stóran bága fyri tey, sum búgva og virka í miđbýnum ella hava brúk fyri honum í ađrar mátar. Tey kallađu saman til ein fund herfyri. Tekniska nevnd viđgjřrdi eitt mál um parkeringskort til fólk í miđbýnum, men í fyrstu syftu fór máliđ aftur í nevnd og skal eisini í ferđslunevndina til ummćlis.

    Tađ er púra greitt, at nú kann illa bíđast longur viđ at avgreiđa tađ stóra máliđ um parkeringina í hjartanum í Havn. Alt gott um parkeringskort. Tey verđa summum til gleđi, men loysa neyvan allan trupulleikan. Kanska flyta tey bara trupulleikan yvir á onkran annan.

    Her má takast um notuna og verkćtlanir og pengar útvegast til at byggja eitt ella fleiri parkeringshús í nánd av miđbýnum. Skálatrřđ er ein mřguleiki. Á henni rćđur um at útvega pláss til parkering, áđrenn hon fer til ađra nýtslu. Har ber til at byggja parkeringshús, sum ikki nýtist at vera nakađ skrímsl, og óivađ ber eisini til at gera parkeringshús inni í berginum á Bursatangaleiđini. Mřguleikar eru kanska eisini longur uppi í miđbýnum. Tađ duga tey křnu at meta um.

    Tađ avgerandi í málinum er, at útvegađ verđa nóg nógv parkeringspláss. Her skal hugsast um tey, sum búgva í miđbýnum, tey, sum arbeiđa í miđbýnum og tey, sum hava řrindir í miđbýnum. Hetta er eitt stórt tal av fólki, sum eisini umbođar eitt stórt tal av bilum.

    Skula vit gera okkum nakrar vónir um ein miđbý, har fólk flest kunna trívast á degi sum á nátt, so mugu mřguleikarnir fyri at seta flutningstólini frá sćr í nánd sampakka viđ ta menning, sum annars er og verđur. Tađ nyttar lítiđ at gera miđbýin attraktivan, um umstřđur ikki eru at steđga á har.

    ---


    < Međan borgarstjórin svevur í New York | Ongi serlig átřk á eldrařkinum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR