FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • 19.09.2016 | Evni: Býráđiđ
    Međan borgarstjórin svevur í New York
    Borgarstjórin hevur veriđ oman fyri garđarnar í New York og sannfřrt seg um, at tađ er hann viđ řllum sínum vísdómi, sum ger av, um ein varaborgarstjóri í Havn er skikkađur ella ikki.

    Men soleiđis er skipanin ikki. Útgangsstřđiđ er, at eitthvřrt býráđ sambćrt lóg skal hava tveir varaborgarstjórar at taka til, tá borgarstjóranum berst frá.

    Býráđiđ velur 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra, tá tađ skipar seg fyrst í eini býráđssetu. Fyri skjótt fýra árum síđani varđ undirritađi valdur til 1. varaborgarstjóra og partakvinna borgarstjórans Elin Lindenskov til 2. varaborgarstjóra.

    Hetta val er galdandi alla setuna eins og valiđ av borgarstjóra. Tađ er fleiri ferđir komiđ fyri, at borgarstjórar hava mist meirilutan, sum hevur valt teir, men teir hava ikki lagt frá sćr, tí teir kunnu ikki heldur enn varaborgarstjórar koyrast frá í setuni.

    Tađ hevur veriđ vanligt, at tá borgarstjórin er burturstaddur, virkar varaborgarstjórin í hansara stađ. Hvussu ofta sat Heđin Mortensen ikki sum virkandi borgarstjóri í stólinum hjá Jan Christiansen á sinni? Jan var í dýrastu neyđ av honum og tók eina ferđ til, at bara hann fór á ves, so sat Mortensen í hansara stóli.

    Borgarstjórin hevur sjálvur upplýst, at hann er í New York í almennum řrindum. Hetta eru ikki řrindir fyri Tórshavnar kommunu, men fyri Fřroya Lřgting. Hann er tí burturstaddur. Tađ er ikki lćtt at skilja, at hann kann rřkja sínar uppgávur vegna lřgtingiđ á ST-hřvuđsborgini í New York og samstundis ansa hvřrjum smáluti í Tórshavnar kommunu. Tá býráđsskrivstovan er opin, svevur hann jú sín sřta svřvn í USA.

    Tá borgarstjórin fyri góđum tveimum árum síđani fór at tveita okkara fólk úr breiđa samstarvinum, sum hann skipađi á Vaglinum, hóast Javnađarflokkurin hevđi meiriluta einsamallur, hildu vit, at tíđin var komin at taka allan flokkin úr. Vit gjřrdu púra greitt, at vit tilskilađu okkum rćtt til at taka střđu frá máli til mál í nevndum og býráđ.

    Tađ hava vit eisini gjřrt. Tađ avgerandi er, hvřrjum stakmálum tú tekur undir viđ og kanst ábyrgdast fyri.

    Hetta er ikki fyrstu ferđ, at borgarstjórin í Havn setir seg oman fyri skipanirnar, sum hann arbeiđir undir. Fyrr í setuni megnađi hann at fáa síni nćstu í samgonguni at samtykkja at hćkka trivaliga borđfćiđ, sum hann fćr at vísa blíđskap fyri uttan at leggja fram kvittan.

    Henda hćkking fall uttan fyri reglurnar hjá tí almenna, og kommunala umsitingin mátti okkum kunnugt steđga útgjaldinum av hćkkađa borđfćnum í stundini.

    ---


    < Nú hendir nakađ viđ innkomuvegnum | Parkeringshús í miđbýnum beinanvegin >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR