
Borgarstjórin í Havn er komin undan kavi aftur. Í lesarabrævi í dag kunnger hann, at hann vil hava politikk á borðið, og so reksar hann upp eina røð av málum, sum eg í seinastuni havi mint á sum liggjandi á láni í býráðspolitikkinum.
Hann nevnir børnini, skúlaungdómin og eldraøkið, og fær so burtur úr sær okkurt avrik úr betongi, hóast tey brøgdini fake uhren eru munandi fleiri og størri, enn borgarstjórin nú vil kennast við.
Meirilutin hevur hesa setuna samtykt at keypa og byggja fyri meira enn eina milliard. Í størsta málinum, sum kostar 465 mió. kr., hevði hann ikki fulla undirtøku í egnum flokki. Tveir av hansara floksfeløgum eru síðan hoppaðir av.
Eftir verandi meiriluta í býráðnum standa eitt nú serstakliga ivasomu avrikini at keypa tveir bankabygningar fyri 90 mió. kr. uttan nakran staðfestan tørv og gera íløgur í eitt sjóvinnuhús fyri 100 mió. kr., sum stendur tømt.
Men einum máli eigur meirilutin ongan lut í - borðkeypinum til Móttøkuhúsið. Tað málið eigur replique montre borgarstjórin einsamallur ábyrgdina av, tí hann er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki í kommununi. Enn hevur hann ikki greitt frá tí málinum.
Hansara seinasta lesarabræv ber boð um eina ávísa eyðmýkt, sum ikki hevur verið at sæð á Vaglinum leingi, og gleðiligt er, at borgarstjórin nú er farin at taka táttin upp eftir Tjóðveldi og tosa um fólk heldur enn betong.
Byggi- og betongstýrið, hann hevur staðið á odda fyri hesa setuna, kann gerast kommununi ein dýrur umgangur í komandi árum. Tjóðveldi er trygdin fyri, at villskapurin heldur uppat, og fólkið aftur verður sett fyrst.
---