FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • fake watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 01.09.2016 | Evni: Býráðið
    Húsaprísir hækka og leigubústaðir vanta


    Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur alsamt, og við fólkatalinum og ferðini á búskapinum eru hús og íbúðir alsamt dýrkað í høvuðsstaðnum. The best Canada fake watches for men and women are fine and cheap. Fast shipping and quality guarantee.

    Bústaðarmeklarafeløgini Inni og Skyn upplýstu nú um dagarnar, at meðalprísurin á einum húsum í Tórshavnar kommunu er 2,5 mió. kr.

    Hetta er ein hálv millión meira enn fyri fýra árum síðan.

    Stórt hugflog krevst ikki at síggja, at ein ung familja, sum skal seta búgv í kommununi í dag, skal lyfta tungar byrðar, skulu hús keypast fyri hendan prísin.

    Samstundis er greitt, at útboðið av leigubústøðum er ov lítið.

    Bústaðir hava bygt 34 leigubústaðir í kommununi seinnu árini, og felagið hevur boðað frá, at sáttmáli skjótt verður gjørdur um 38 leigubústaðir aftrat oman fyri Berjabrekku. Eisini verða 37 lestraríbúðir gjørdar í løtuni.

    Hetta er alt at fegnast um.

    Hugmyndin aftan fyri Bústaðir er at skapa øllum atgongd til góðan og tryggan bústað, og hendan hugmyndin er bjørt og týdningarmikil.

    Men Tórshavnar kommuna kann ikki bara bíða eftir Bústøðum í bústaðarmálum.

    Setir kommunan seg at bíða eftir loysnum, ið onnur skulu skapa, vendir hon blinda eygað til fjøltáttaðu avbjóðingarnar á bústaðarøkinum, og tað fer at seinka neyðugu loysnunum.

    Næsta býráð eigur straks at fáa allan bústaðartørv í kommununi lýstan, so fremjast kann ein ætlan fyri, hvussu hann kann nøktast innan ásett áramál.

    Framrokningar á eldraøkinum tala sítt greiða mál um tørvin har. Framrokningar viðvíkjandi tilvaksandi ættarliðnum eiga eisini at vísa, hvør tess bústaðartørvur kann væntast at verða næstu árini.

    Ein heildarætlan fyri allan bústaðartørv í Tórshavnar kommunu stendur ovarlaga á dagsskránni í hjá Tjóðveldi næstu setu. Tær íløgur, ið kunnu hugsast at gerast neyðugar, eru væl útgivnar, tí tær tæna fólkinum fyrst og fremst.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

    ---


    < Kommunan og kunningin | Bygma Balslev 110 ár >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR