FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 24.08.2016 | Evni: Býráđiđ
    Útbjóđingar og trúvirđi
    Harmiligt, at stígur kom í arbeiđiđ at gera vřllin í Hoyvík lidnan. Orsřkin er, at koks kom í eina útbjóđing hjá Tórshavnar kommunu. Tađ er nćstan meira reglan enn undantakiđ, at brřkur kemur í, tá kommunan bjóđar arbeiđir út.

    Ein av teimum, sum lćt inn tilbođ upp á graslíkiđ, hevur í hesum fřrinum veriđ alment frammi viđ síni sřgu. Hann vísir á, at samanumtikiđ eigur hann lćgsta bođiđ fram um eitt annađ bođ, sum meirilutin í mentamálanevndini mćlti til at taka av.

    Fyrsta óvissan í málinum var, at tann, sum hevđi lćgsta bođiđ, leyk ikki treytirnar, sum vóru settar í útbjóđingartilfarinum. Tí hevđi hann bara eitt alternativt bođ, sum var vćl bíligari enn hřvuđstilbođini hjá hinum, sum fóru upp um fíggjarkarmin.

    Av tí, at lćgsta bođ ikki leyk treytirnar, mćlti fyrisitingin til at bjóđa út av nýggjum. Hesum tók eg undir viđ, men samgongan í mentamálanevndini avgjřrdi at mćla til at taka av tí, sum mett var at vera lćgsta bođiđ.

    Nú kom onnur óvissan undan kavi, tí hin bjóđarin hevđi eisini alternativ tilbođ til sítt hřvuđstilbođ. Og eitt av teimum var soleiđis samansett, at tađ fór niđur um bođiđ, sum samgongan hevđi samtykt at taka av.

    Hetta fekk fíggjarnevndin at vita á fundi í gjár og avgjřrdi at beina máliđ aftur í mentamálanevndina at fáa greiđi á, hvat vendir upp, og hvat vendir niđur.

    Hetta er enn ein lćrupengi um, at kommunalar útbjóđingar og lisitatiónir skula takast í střrsta álvara. Fyri kommununa er tađ týdningarmesta, at ongin ivi stingur seg upp, og at allar mannagongdir eru greiđar.

    Havi so mangan havt hetta á orđi í býráđnum. Nú er stundin komin at taka mannagongdir og reglur upp til álvarsama viđgerđ, so ikki alt trúvirđi ríđur undan kommununi í tílíkum málum.

    At pilka viđ treytirnar í lisitatiónum, tá tilbođini eru komin inn, fyri at spara tíđ og pengar er djúpt óseriřst av eini býráđsnevnd.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóđveldi

    ---


    < Framrokningar tala greitt um eldrařkiđ | Avbjóđingar og loysnir á eldrařkinum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR