FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 18.08.2016 | Evni: Býráđiđ
    Byggiřđin kostar longu eina milliard
    Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu reksar nú í lesarabrćvi upp eina rřđ av útbyggingum, sum fara fram í Tórshavnar kommunu, og sum ćtlast at fara fram nćstu árini.

    Hann nevnir eitt nú Eystaru bryggju, sum fer at kosta 465 mió. kr., Skúlan á Flřtum, sum fer at kosta 350 mió. kr., Tórsvřll, sum fer at kosta kommununi 50 mió. kr., og ymsar ađrar vallar- og hallarútbyggingar, sum fara at kosta tilsamans um 85 mió. kr.

    Ein onnur útbygging, hann nevnir, er umvćlingin av kommunuskúlanum til lestraríbúđir, iđ soppur annars rak fólk úr. Tann umvćlingin kostar kommununi 15 mió. kr. Haraftrat koma bankabygningarnir, iđ kommunan keypti fyri 90 mió. kr.

    Alt hetta reypiđ undirstrikar, at verandi býráđsmeiriluti er eitt byggi- og betongstýri, sum hevur lítlan ans fyri dagliga lívinum hjá borgarunum og enn minni ans fyri kommunukassanum nú og í framtíđini.

    Bara hesar ílřgur og keyp, sum borgarstjórin nevnir, kosta yvir eina milliard. Av hesi upphćdd hevur býráđiđ viđ Skansabryggjuni og Skúlanum á Flřtum bundiđ komandi býráđ til 800 mió. kr. Lántřka skal fíggja meginpartin.

    Men Musikkskúlan tekur borgarstjórin ikki upp á tungu. Tađ má merkja, at 100-tals břrn og ung viđ góđum tónleikagávum og teirra lćrarar ikki fáa betri umstřđur. Bíđilistin til skúlan er annars ikki stuttur.

    Borgarstjórin nevnir eisini trappuna í Vágsbotni, Steinatún og Grasagarđ, har átřk eru framd. Řllum hesum málum havi eg atkvřtt fyri, nettupp tí tey skapa fortreytir fyri betri trivnađi hjá fólki. Somuleiđis havi eg atkvřtt fyri ítróttaútbyggingum, sum koma nćrumhvřrvinum í Gundadali, á Argjum og í Hoyvík til góđar.

    Í einum býráđ er sum oftast semja um flestu mál, og so hevur eisini veriđ hesa setuna. Men verđur maktin ov maktfullkomin, má talast at, og tađ gera vit, tá tađ er neyđugt. Tá meirilutin blakađi ein av okkara úr samstarvinum, bođađu vit frá, at vit tóku střđu frá máli til mál.

    Tíbetur gjřrdu vit tađ. Tí tá ov lćtt verđur fariđ um skattaborgarans pening, skal skattgjaldarin verjast.

    Fólkiđ má setast fyrst. Minnisplátur og gylt hakagrev yvir politikarar mugu koma í ađru rřđ.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóđveldi ---


    < Frá betongstýri til politikk fyri borgararnar | Eldrařkiđ stórmál í nćsta valskeiđi >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR