FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 05.08.2016 | Evni: Býráđiđ
    Latiđ borgarnar tala um Skansabryggjuna


    Tórshavnar býráđ hevur havt máliđ um Skansabryggjuna til endaliga viđgerđ. Jógvan Arge úr Tjóđveldi helt tá hesa rřđu:

    “Hetta er střrsta og dýrasta kommunala ílřgan, sum nakrantíđ er gjřrd í Tórshavnar kommunu. Í dag verđur hon mett at fara at kosta 465 mió kr í einum hřggi.

    Vit í minnilutanum hava roynt at ávirka hesa stóru ćtlan til tađ betra. Vit hava spćlt út, at bingjuhavnin helst hevđi ligiđ betri ađrastađni í kommununi, og at gott skil hevđi veriđ í, at bygt Skansabryggjuna og Eystara havnarřkiđ út til eina super ferđavinnuhavn.

    Ferđavinnan er ein vaksandi vinna um okkara leiđir, og líkt er til, at her fer bert at leggjast aftrat, hóast onkrir brotasjógvar eru um grindadráp.

    Meiri pláss til bingjur
    Eitt av argumentunum fyri útbyggingini hevur veriđ broytingin í Arktis, sum ćtlandi fer at elva til nógva skipaferđslu í Norđurhřvum. Sagt hevur veriđ, at júst hendan ílřgan skuldi gera okkum fřr fyri at bjóđa okkum fram sum tćnastudepil fyri ta stóru skipaferđslu, sum fer at taka seg upp.

    Tađ, sum vit serliga fáa burtur úr víđkanini er, at bingjuskipini fáa betur umstřđur, men dreymurin um miđstřđina fyri arktisferđsluna verđur neyvan veruleiki viđ hesi havn – í so máta verđur hon alt ov lítil, siga teir, sum hava skil fyri hesum.

    Lána 300 milliónir krónur
    Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna hava sett sćr fyri at byggja fyri 465 mió kr. Av teimum skula 300 mió krónur lćnast at gjalda aftur yvir 20 ár. Byggingin fer at vara eini trý ár og er ćtlađ at verđa liđug í 2019.

    Hetta eru nógvir pengar at lćna í bestu pengatíđum nakrantíđ. Vit vita eisini, at kommunan skal lćna ađrar 150-200 mió kr til ađrar neyđugar ílřgur sum stórskúlan á Flřtum. Tí fer skuldin hjá havnini og kommununi skjótt so spćlandi upp um hálva milliard og nćrkast viđ stórum fetum lániloftinumum, sum svarar til kommunuskattin í ár.

    Binda komandi býráđ
    Nú eru bert tríggir mánađir til býráđsval verđur aftur. Tađ var ikki gamalt at binda komandi býráđ til stórar útreiđslur beint áđrenn eitt nýtt býráđ tekur viđ. Viđ útlitinum til, at byggićtlanir, sum hava veriđ undir fyrireiking í áravís, fara at binda kommmununa og havnina til eina hálva milliard í skuld, verđur skotiđ upp, at avgerđin um at útbyggja Skansabryggjuna verđur útsett til nýtt býráđ hevur tikiđ viđ 1. januar.

    Nógv sjónarmiđ hava veriđ frammi í orđaskiftinum um hetta máliđ. Yvirfriđingarnevndin kom til ta niđurstřđu, at ćtlanin um at byggja frammanfyri Skansan samsvarađi ikki viđ friđingarreglurnar og sýtti fyri tí partinum av byggingini.

    Ein stórur partur av borgarunum er av estetiskum og mentunarligaum orsřkum hart ímóti at hava eina upp aftur střrri bingjuhavn sum portur inn til býin, og mong óttast, at virksemiđ í hesi nýggju havn fer at órógva umhvřrviđ í hřvuđsstađnum nógv meir enn gott er. Eisini tí er rćttast, at eitt nýtt býráđ tekur střđu til máliđ um Skansabryggjuna. Býráđsvaliđ er besti mátin at lata borgarnar tala – eisini um hetta máliđ, segđi Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóđveldi”.

    Bryggjan samtykt viđ átta atkvřđum
    Viđ átta atkvřđum samtykti býráđiđ at fara undir Skansabryggjuna fyri 465 milliónir krónur. Ein atkvřđa var ímóti, tvćr blankar og tveir býráđslimir vóru ikki á fundi. Tjóđveldi í býráđnum hevđi uppskot um, at avgerđin varđ útsett til eftir býráđsvaliđ, so býráđiđ, sum tekur viđ 1. Januar 2017, tók avgerđina. Hetta uppskot fekk tríggjar atkvřđur frá Jákup Dam, Marin Katrinu Frýdal og Jógvani Arge. Samgongan feldi uppskotiđ viđ sjey atkvřđum ímóti.


    Nřkur mótmćlisfólk vóru uttan fyri býráđssalin, tá fundurin var liđugur, og heilsađu býráđslimum viđ grýtum og grýtubankan

    ---


    < Kastiblřkur á Flřtum | Býráđslimir stilla upp aftur í Havn >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR