FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 05.08.2016 | Evni: Býráđiđ
    Kastiblřkur á Flřtum


    Onnur bót má latast í súpanina á Vaglinum á komandi býráđsvali. Tađ gongur ikki tvey fyri eitt hjá breiđu samgonguni hjá javnađarflokkinum, og stígur kemur í eitt mál fyri og annađ eftir.

    Fyri seinasta býráđsval hevđi býráđiđ einmćlt tikiđ allar prinsipiellar avgerđir um at byggja nýggjan Musikkskúla í Sortudíki og ein stórskúla úti á Flřtum fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan.

    Semja var um, hvussu skúlin á Flřtum skuldi setast saman, men javnađarflokkurin var ikki meir enn komin til viđ řllum sínum fólkum og stuđlum, so skuldi alt runnveltast. Hugurin hjá summum teirra stóđ framvegis til ein miđbýarskúla. Langt um leingi varđ vikiđ frá hesum aftur, men tá var hálvtannađ ár burturspilt.

    Síđani hevur veriđ totast viđ Skúlan á Flřtum. Eitt eru samansjóđingarnar, sum mikil spenningur hevur veriđ um, men verri er, at samgongan hevur í fýra ár fyrireikađ seg nćstan um rygg, og úrslitiđ er ikki annađ enn, at tann stóra licitatiónin fyri 250 mió ella meir er gjřrd til onkis, tí bođini eru ov hřg!

    At tađ betra fólkiđ á Vaglinum hevur veriđ úti á Flřtum viđ haka og vent hvřr sínum břkki longu áđrenn tilbođini komu inn ger ikki sřguna hugaligari. Men stuttligt var tađ nú at síggja hasa stóru gravimaskinuna blása í lúđurhorn fyri skúlanum, tá hon gróv fyrstu skuffuna av ovasta lagnum. Tađ er tađ einasta, sum higartil er fingiđ av skafti av verkliga byggiarbeiđnum.

    Musikkskúlin lá eisini á kósini, tá hetta stýriđ tók viđ. Semja var um at byggja hann í grannalagnum hjá Norđurlandahúsinum og Kringvarpinum. Eisini hetta fekk breiđa samstarviđ forpurrađ. Nú skuldi vera so djúpt í Sortudíki, at borgarstjórin óttađist fyri, at skúlin fór ikki at grynna har.

    Ein stađseting fyri og onnur eftir kom á borđiđ. Eina ferđ skuldi Musikkskúlin inn í eina hćdd í kolldřmda Kommunuskúlanum. So skuldi hann leggjast kloss upp at Glasir, so varđ hann lagdur viđ Landavegin, men brádliga skuldi hann oman á Skálatrřđ. Nú lřgdust tey fyri og fóru lútandi og herđasligin niđan aftur á Landavegin.

    Har stendur máliđ enn sum áđur. Musikkskúlin er ikki bođin út. Endaliga projekteringin varđ útskotin, so útbjóđingartilfariđ til Skúlan á Flřtum kundi fáast frá hondini í summar. Nú skal tađ gangast ígjřgnum eina ferđ aftrat, og spurningurin er tí, um ella nćr Musikkskúlin kemur undan kavi aftur.

    Skal hann samtykkjast fyri býráđsvaliđ, so skal tilfariđ koma á borđiđ sum alraskjótast, og syrgjast skal fyri, at fíggingin til alla byggingina er třk. Tađ er ongin loynidómur, at undirtřkan fyri Musikkskúlanum í veruleikanum hevur veriđ heldur ivingarsom, og tí var projektiđ leingi í minna lagi.

    Hetta varđ rćttađ viđ teimum seinastu samtyktunum, sum gjřrdar vórđu í vár, men enn er ongin vissa fyri, at Musikkskúlin fćr sín nýggja og tiltrongda bygning í hesum umfarinum. Nú klutur er komiđ í Skúlan á Flřtum, eru útlitini kanska upp aftur ivingarsamari enn tey hava veriđ. Men stuđul skal ikki skorta frá okkum í Tjóđveldi.

    Jógvan Arge


    < Fjórđa argjabrúgvin um Sandá | Latiđ borgarnar tala um Skansabryggjuna >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR