FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti


  • 26.05.2016 | Evni: Býráđiđ
    Fjórđa argjabrúgvin um Sandá


    Tađ er av sonnum ein stórur dagur, nú fjórđa brúgvin um Sandá í leygardagin verđur latin upp fyri almennari ferđslu. Brýrnar millum Argir og Havnina hava allar dagar havt stóran týdning. Fyrst og fremst fyri argjafólk og grannar teirra vestanfyri, men eisini fyri havnarfólk, sum hava havt řrindir á Argjum.

    Brýrnar umbođa menningina á Argjum. Niđursetumađurin Andrass Mortansson setti sćr fyri at gera brúgv um Sandá stutt eftir, at hann og hansara húski í 1829 hřvdu sett seg niđur í húsunum eftir spitalska hospitaliđ úti í Střđni.

    Gangast kundi um Sandá eftir lřgarsteinum niđri viđ fossin í Sandágerđi, men hetta var eitt svikaligt samband. Hjá Andrassi ráddi um altíđ at sleppa um ánna, tí hann skuldi arbeiđa víđahvar. Hann helt tađ vera ov trupult at verđa skjútsađur til Havnar, tá ikki var farandi um ánna.

    Hann spurdi tí amtmannin Ferdinand Tillisch um stuđul til at gera brúgv um ánna, men hann svarađi tvřrt nei. Tí fór Andrass undir brúnna fyri egna rokning so tíđliga sum í 1831.

    Fyrstur um brúnna
    Fyrsta brúgvin varđ lřgd har, sum áin klovnađi um hólmarnar, tí har hevđi hon minstu megina. Viđ stórum gróti lađađi Andrass upp undir báđar áarbakkarnar og nakađ út í ánna. Miđstabbin varđ lađađur á hólmarnar báđar, og trćbrúgv viđ rekkverki lřgd millum stabbarnar.

    So mikiđ sterk var brúgvin, og so vćl var arbeiđiđ frágingiđ, at vit framvegis í dag kunna skođa verkiđ hjá Andrassi. Tađ tók Andrassi fýra ár at gera hesa brúgv. Tá hon var liđug í 1835, helt amtmađurin fyri, at nú kundi Andrass taka bummpengar frá řllum teimum, sum um brúnna fóru.

    “Nei”, svarađi Andrass, “řll skula sleppa eftir brúnni uttan at gjalda mćr nakađ, men amtmađurin skal vera tann fyrsti at ganga eftir henni. Tann straff skal hann líđa afturfyri, at hann vildi ikki lata mćr styrk. Geriđ so vćl, harri amtmađur!”

    Áđrenn hann legđi á brúnna, lat amtmađurin Andrassi 10 ríkisdálar. Í ein stein sunnast í brúnni hevđi Andrass hřgt búmerki sítt AM Arge 1835. Eitt stórt tak var tikiđ, kanska tađ střrsta fyri at gera tađ liviligt á Argjum. Brúgvin var nú tann trygga farleiđin millum Argir og Havnina í nćstan 100 ár.

    Stóran týdning fyri Argir
    Jákup í Mattalág og ađrir lađađu ađru brúnna millum Argir og Havnina seinast í 1920unum. Hon varđ sett eitt sindur niđari enn fyrsta brúgvin, og tá tann triđja brúgvin varđ stoypt seinast í 1960unum, var hon stađsett um somu leiđ. Hon fer framvegis at verđa brúkt, men sleppur nú undan at leggja rygg til alt trýstiđ.

    Argjabrýrnar hava havt stóran týdning fyri argjafólk. Tađ hava tey eisini virt viđ at varđveita týđandi partar av teimum avlřgdu brúnum. Hendan fjórđa brúgvin, sum er nógv tann střrsta – og dýrasta - fer at gera góđan mun, nú fleiri túsund fólk búgva á Argjum. Hesa brúnna hevur Tórshavnar kommuna bygt fyri skattakrónur frá sínum borgarum.

    Tađ hevur veriđ ein long tilgongd at fáa brúnna frá hondini. Fyrstu tekningarnar, eg sá, lógu á býráđsborđi fyrst í 2000-árunum. Vit tóku eisini avgerđ um, hvřrja brúgv, vit tá vildu gera, men so fór verkćtlanin til góđkenningar, og tá kom sperđil í.

    Síđani hava mangar forđingar og útsetingar veriđ á leiđini. Nú er tann fjórđa brúgvin um Sandá loksins liđug til mikla gleđi fyri tey, sum skula brúka hana í framtíđini.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri

    ---


    < TAKK FYRI ALT, SVERRI! | Kastiblřkur á Flřtum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR