FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 23.05.2016 | Evni: Greinir
    TAKK FYRI ALT, SVERRI!
    Sverri Jacobsen saman við gomlum liðfeløgum til steypafinaluna í 2014

    Ein av bestu føroysku ítróttamonnunum nakrantíð, Sverri Jacobsen, er farin.

    Sverri var í mong ár ein framúrskarandi hondbóltsspælari í Kyndli og ein framúrskarandi fótbóltsspælari í HB.

    Hann vann hópin av meistaraheitum við báðum feløgum, spældi á hondbólts- og fótbóltslandsliðnum og vandi eisini mong ungdóms- og vaksnamannalið í hondbólti og fótbólti.

    Í flogbólti var hann eisini millum fremstu spælarar.

    Hansara genialitetir á einum hondbóltsvølli kundi ongin eftirlíkna, og stór virðing stóð um hansara tekniska og taktiska førleika allastaðni.

    Tá hondbólturin sum fyrsta ítróttagreinin bjóðaði av á altjóða pallinum fyrst í 70'unum, gekk Sverri saman við øðrum góðum monnum á odda í Kyndli og á landsliðnum, og útlendingar løgdu til merkis hansara sjáldsamu góðu evnir.

    Saman við okkum øllum var Sverri í høllini á Hálsi og heppaði á Kyndil, tá menninir og kvinnurnar vunnu steypakappingarnar 8. februar í 2014. Tá smíltist hann væl nøgdur um sigrarnar.

    Sverri var sjúkur seinastu tíðina, og nú var tímaglasið runnið. Takk fyri alt, góði Sverri, tú verður aldrin gloymdur í Kyndli - og føroyskari ítróttasøgu!

    Uni Arge, formaður Kyndils.

    ---

    < Býráðið og inntøkurnar | Fjórða argjabrúgvin um Sandá >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR