FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (32)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá


  • 22.05.2016 | Evni: Býráđiđ
    Býráđiđ og inntřkurnar


    Tađ er eindřmi, at landsins střrsta kommuna fćr 72 milliónir krónur, ella meir enn 10 prosent, í meirinntřkum eitt skattaár. Tá skuldi mann trúđ, at kommunan stóđ vćl í tí. Tí, áđrenn hesar 72 milliónirnar, hevur kommunan havt ađrar 800 milliónir krónur í skattainntřkum at klára seg fyri í 2015.

    Áriđ 2016 er ikki hálvrunniđ, og longu hevur meirilutin í Tórshavnar býráđ játtađ alla meirinntřkuna burtur. Ikki eitt oyra er eftir av teimum 72 milliónunum. Hvřr einasta króna fer til útreiđslur, sum ikki vóru ćtlađar ella ikki settar á fíggjarćtlanina.

    Afturgjald av lánum átti at stađiđ á fíggjarćtlanini. Tađ gjřrdi tađ ikki. Nú verđa 16 mió kr goldnar burturav meirinntřkunum. 12 milliónir krónur fara til lestraríbúđirnar í Kommunuskúlanum. Tćr stóđu heldur ikki á fíggjarćtlanini, og býráđnum varđ sagt, at hendan byggićtlan fór ikki kosta kommununi eina krónu!

    Eldrařkiđ hevđi sum vćntađ einar 10 milliónir í halli í 2015. Teir pengarnir eru nú játtađir av meirinntřkunum. Haraftrat eru eldrařkinum játtađar 8 milliónir av meirinntřkunum til at fíggja hall í ár. Ađrar fýra eru játtađar til hetta sama hall av óbrúktum rakstri.

    Ársins hall á eldrařkinum verđur ćtlandi 13,3 mió kr. Tá verđur roknađ viđ sama rakstri sum í fjřr og ongum nýggjum átřkum. Men eldrařkinum třrvar mangt slíkt, skal tćnastan verđa á einum nřktandi stigi.

    Ongi stig eru enn tikin til tađ, men 7 mió krónur eru játtađar til fríđkan og viđlíkahald í býnum, 5 milliónir til Tórsvřll, 2 mió til Mullers pakkhús, 1,5 mió til svimjihřll, 2 mió kr til asfalt, 1,2 mió til húsaumsiting, 1 mió til fótbóltsvřll í Hoyvík og 1,8 mió til bankan í Niels Finsensgřtu.

    Sum sćst her, hevur samgongan á Vaglinum veriđ sum gribbar eftir hvřrjum oyra, iđ kom inn í meirinntřkum. Ikki bert hava tey brúkt inn á bein av fíggjarćtlanini 2015, tey hava eisini brúkt allar meirinntřkurnar eftir nřkrum fáum dřgum.

    Oman á alt hetta, verđur nú lagt til brots at fíggja tann stóra Skúlan á Flřtum til helvtar viđ bankalánum. Ólíka betri hevđi veriđ, at hjúklađ varđ meiri um tćr óvćntađu meirinntřkurnar. Tvey og hálvfjerđs milliónir krónur hřvdu rokkiđ til at gjalda ein heilan fimting av tí, sum skúlin ćtlandi kostar.

    Av berum grammleika upp undir býráđsval mugu pengarnir fyri skúlan nú takast sum lán! Eyđkenniđ hjá breiđu samgonguni er, at hon hevur fingiđ lítiđ av sínum ćtlađa politikki í lag, og nógv av tí, sum er fariđ av bakkastokki, hevur veriđ illa frágingiđ og merkt av alstórum seinkingum og dýrkanum, eitt nú trappan, brúgvin, bankin og sjóvinnuhúsiđ.

    Tí verđa tćr neyđugu ílřgurnar nú hongdar um hálsin á komandi býráđ og skattaborgarum í nógv ár fram í tíđina. Hetta skeiđiđ viđ javnađarflokkinum einsamřllum í meiriluta viđ fólkaflokki og sambandi sum lćrhvřlpum hevur av sonnum veriđ – og fer at gerast – ein dýrur umgangur fyri Tórshavnar kommunu.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

    ---


    < Framhaldsdeild í Sankta Frans | TAKK FYRI ALT, SVERRI! >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR