FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 24.04.2016 | Evni: Býráðið
    Høllin á Hálsi verður útbygd


    Hósdagin varð hakin settur í flagið á Hálsi í sambandi við, at høllin verður útbygd til dupulthøll.

    Hetta var ein stórur dagur fyri serliga Kyndil, Neistan og Fleyr, sum í trý ár hava strongt á at fáa eina høll aftrat í Gundadali. Borðtennis og judo, sum eisini hava stríðst fyri at fáa betri innivist, fáa innivist í somu høll.

    Borgarstjórin, varaborgarstjórin, forkvinnan í mentamálanevndini og aðrir býráðslimir vóru til staðar í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skrivaði undir sáttmála við J & K Petersen um jørðarbeiðið, sum fer í gongd beinanvegin.

    Kyndil, Neistin, Fleyr, judofelagið og borðtennisfelagið og hini ítróttafeløgini vóru eisini væl umboðað á hátíðarløtuni.

    Á myndini: Jákup Dam. Steinálvur Petersen, Jógvan Arge, Heðin Mortensen og Annfinn Brekkstein.


    < Her liggur almikið á láni | Parkeringshús eru bráðneyðug >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR