
Fyrst er at ynskja Kyndli til lukku við teimum seksti árunum. Hetta hava verið trýss hendingarík ár í føroyskum hondbólti, og Kyndil hevur ikki smæst burtur. Kanska hava menninir serliga gjørt vart við seg, men kvinnurnar hava eisini bitið frá sær – og í dag er líkt til, at tær standa seg betur enn menninir.
Herrópið hjá Kyndli er, at framtíðin er grøn. Vit vita, at soleiðis hevur fortíðin verið og vóna, at framtíðin eisini verður tað. Men hon verður tað ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at væl verður skipað fyri í felagnum, og at vinnarahugurin verður umsettur til dygga fyrireiking og framkomið spæl.
Kyndil kom skjótt fyri seg
Eg hoyri til tað ættarliðið, sum minnist, tá Kyndil varð til í 1956. Tað var ein skelkur í ítróttaverðini í Havn, at her kom eitt nýtt felag og bjóðaði Neistanum av. Neistin hevði serliga staðið seg væl við konufólkum, meðan úrslitini hjá monnunum kundu verið betri.
Hugsi, at forkláringin var, at kvinnurnar spældu hondbólt burturav, meðan manshondbólturin fyri ein stóran part var nakað, sum fótbóltsspælarar tókust við framíhjá.
Kyndil kom skjótt fyri seg í manshondbóltinum. Tað hjálpti ikki minst, tá teir báðir Torbjørn Michelsen og Petur Sigurð Rasmussen, sum høvdu spælt í Neistanum, komu yvir um til sínar losjufelagar í 1957. Eftir tað gekk tað slag í slag í meistaraheitum til teir grønu.
Tann guli málmaðurin
Ungt fólk slapp skjótt framat í Kyndli. Unglingar sum Heðin Michelsen, Hendrik Rubeksen, Jóannes Dalsgarð, Sverri Jacobsen, Jóan Pætur Midjord og Niels Nattestad fingu pláss undir liðini á stovnarunum, og skjótt var eisini pláss til Jørleif Kúrberg í málinum.
Hann útmerkaði seg sum málmaðurin, ið fleyg í allar ættir, so mótstøðuliðið ongantíð visti, hvar hann var, tá skotið fall. Hann hevði ein serstakan gulan búna. Tað segðist, at hetta vóru eini ráð, hann hevði fingið uttaneftir. Tann guli liturin skuldi fixera skjúttarnar, so teir skutu beint á hann.
Men liturin hevði eisini við sær, at fólk fóru at speireka við, at málmaðurin hjá Kyndil líktist hundinum í Mickey Mouse, og tað dámdi ikki Jørleifi.
Hann var í búnanum, tá útvarpið á fyrsta sinni sendi frá einum hondbóltsdysti. Kyndil vann í øllum góðum á SÍF, men aftaná argaðu hinir Jørleif við, at Niels Juel hevði gjørt øgiliga nógv burtur úr hesum Pluto í kyndilsmálinum.
Sinnið skuldi flúgva í Jørleif og hann vildi hava fatur á Niels Juel her og nú – men jassarnir fingu fyribyrgt, at nakar samanbrestur varð.
Tvístøða í hondbólti
Vit havnarbørn komu í tvístøðu av nýggja felagnum, tí hvørjum skuldu vit nú halda við. Vit vóru bara von við Neistan, sum tí var okkara lið. Men tíðin hevði við sær, at kyndilsmenn fóru at standa seg nógv betur, so sympatiurin fyri teimum var stórur.
Børnini hjá mær býttu seg ímillum Kyndil og Neistan, og abbabørnini hava gjørt tað sama – summi eru í Kyndli og onnur í Neistanum. Sum tað sær út í løtuni, eru útlit til, at langabbasonurin verður kyndilsmaður, tí Rókur er næstan bara í høllini, tá Kyndil spælir.
Undangongufelag
Kyndil hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri ungdómin í Havn og fyri føroyskan hondbólt sum heild. Felagið tók stig til fyrstu ítróttahøllina í Havn og fekk hana frá hondini í 1970 saman við øðrum ítróttafeløgum og kommununi. Tað var ein kollvelting fyri innanduraítróttin.
Kyndil gekk eisini undan at fara til altjóða kapping og hevur havt nógv fólk á teimum ymsu landsliðunum í hondbólti. Hondbólturin var tann fyrsta ítróttagreinin, har Føroyar brutu seg fram til merkisverd úrslit í kappingum móti nógv størri tjóðum – og Kyndil átti sín stóra part av tí.
Gaman á Hálsi
Trýss ár eru ikki trýss dagar. Her hevur verið nógv stríð og nógvur sveitti, men lønin hevur sum oftast verið góð úrslit, sum øll hava kunnað fegnast um.
Umstøðurnar hava ikki altíð verið av teimum bestu. Hesi seinastu árini hevur verið trongligt í Gundadali og á Hálsi. Hetta hava vit í býráðnum ásannað saman cartier replica við eitt nú hondbóltsfeløgunum, og vit hava einmælt samtykt at byggja eina høll aftrat upp í høllina á Hálsi - ikki minst til frama fyri hondbóltin í Havn.
Tit kunna gleða tykkum til ta nýggju høllina. Tá hon verður liðug, verður gaman at vera hondbóltsspælari í Havn!
Jógvan Arge
---