Nú hevur Eysturoyartunnilin gjørt innrás á Streymoynni. Sett er á at grava fyri veg á leið har, sum tunnilin av Skálafjørðinum fer at koma upp. Tunnilsmunnin við vegi fer eftir øllum at døma at liggja so nær hvítanesfólki, at tey hveppa seg við.
With Swiss reliable movements, best wholesale replica watches UK for men and women are on hot sale.
Top fake watches UK for sale are available online!
Spurningurin er eisini, hvussu fegið Tórshavnar býráð kann vera. Tað var ikki gamalt, at tú kundi koma við eini gravimaskinu og seta á at gera veg og berghol uttan at hava so mikið sum eitt graviloyvi frá kommununi.
Tað krevst sjálvt til tann minsta leidningin, sum SEV og Føroya Tele skula leggja í havnarjørð. Men hesa stóru gravingina á traðunum omanfyri Hvítanes tykist kommunan lata um seg ganga.
Tað kann koma afturumaftur, tí ongar staðsetingar av tunnilsmunna og vegum til og frá tunnlinum í Tórshavnar kommunu eru avgreiddar í býráðnum. Kommunan og landið hava í áravís stríðst um ein nýggjan innkomuveg til býin.
Landsverk vil, at hann skal hava so fáar frákoyringar, sum møguligt, meðan Havnin vil hava nakrar frákoyringar, sum lata ferðsluna seyra eftir fleiri íbindingarvegum oman í býin heldur enn at trunkast eftir einum ella tveimum vegum.
Landsstýrismaðurin í samferðslu var nú ein dagin frammi um hetta mál. Hann skuldi syrgja fyri eini skjótari loysn, tí hetta kundi ikki bíða meir. Tað ljóðaði tá, sum hann ætlaði at taka atlit til báðar partar.
Vit hava hoyrt, at samráðingar eru í gongd. Semja er eftir øllum at døma ikki fingin, men kortini er grópingin til tunnilsmunnan byrjað á traðunum á Hvítanesi. Onki av hesum hevur verið á skrá í býráðsnevndum ella á almennum býráðsfundi, so neyvan ruggar alt rætt á Hvítanesi. Men Tórshavnar býráð tykist ikki látast um vón!
Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn