FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 28.02.2016 | Evni: Ymist
    Mín Arabo live on stage


    Sangurin var í 1975 gjørdur til eina ólavsøkusending í útvarpinum. Jógvan Arge átti orðini og Jógvan Telling gjørdi lagið. Sangurin varð tikin upp á Bryggjubakka við Tellingi og Maluni Johannessen sum sangarum og kom eisini út á plátuni Samgongan.

    Men hann hevur ongantíð verið framførdur alment á palli, fyrrenn nú heiðurskonsert var fyri Jógvani Telling í Norðurlandahúsinum. Tað gingu sostatt meir enn 40 ár frá tí orð og lag vórðu gjørd, til “Mín Arabo” varð at hoyra live on stage. Hann er um rokið, sum stóðst av avgerðini um at keypa Smyril ex Morten Mols til Føroya á sinni.

    Alt hendi í skundi í 1975, og framførslan hesaferð varð eisini avtalað í skundi. Tað endaði við trimum sangarum, sum vóru Elin Heinesen, Fróði Vestergaard og Hans Oliver Joensen – maðurin, sum skipaði fyri heiðurskonsertini. Tónleikinum syrgdi eitt orkestur við Paula Magnussen á odda fyri, og boð vóru eisini eftir Milson Zachariassen og hansara steelguitari at krydda ljóðið eins og á upptøkuni frá 1975.

    Hetta gekk alt væl, og sum tað sæst á myndini, vóru bæði lagsmiðurin og yrkjarin nøgdir við avrikið á pallinum. Í heila tikið eitt fram úr kvøld til heiðurs fyri Jógvan Telling.

    ---


    < Havnar Arbeiðsmannafelag 100 ár | Ruggar ikki rætt á Hvítanesi >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR