FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 06.12.2015 | Evni: Býráđiđ
    Tá argjatrćiđ varđ tendrađ
    “Vćlkomin til argjatrćiđ – til jólatrćiđ argjamegin Sandá, her viđ brýrnar báđar. Ta gomlu hjá Andrassi og hana frá sekstiárunum, iđ enn er einasta ferđslućđrin hjá argjafólki heim um. Men ikki leingi aftrat.

    Her omanfyri hava vit jú í eina tíđ sćđ tey bjřrtu kranaljósini og skřrpu neistarnar frá sveisitólum – ikki júst jólaljós, men kortini ljós, iđ bođa frá nýggjari tíđarrokning og verđsligum framburđi á Argjum og hřvuđsstađnum řllum.

    Fyri menningina á Argjum fćr nýggja brúgvin alstóran týdning. Ja, helst eins stóran týdning og brúgvin her niđri, iđ var grundarlag fyri teirri býarmenningarligu kollvelting, sum Argjum var fyri, tá stóru útstykkingarnar her á Müllers trřđ byrjađu í sjeytiárunum.

    Argir vorđnar býur

    Fólkataliđ á Argjum vaks nógv, og viđ eitt var her eitt fólkameingi nóg stórt til at skapa grundarlag fyri betri umstřđum og trivnađi. Kirkja og nýggjur skúli vórđu bygd í sjeytiárunum, og bóltfelagiđ og skótarnir savnađu ungdómin.

    Fyrst í áttatiárunum varđ kappróđrarfelagiđ stovnađ og fótbóltsvřllur bygdur inni í Vika, seinni eisini kappróđrarneyst.Nú vóru nýggjar tíđir, har kirkja, skúli og felagslív mentu samanhald og samleika á Argjum tvřrtur um ćttarliđ – ein samleiki, sum livir og er sterkari enn nakrantiđ. Tađ vita vit hinumegin ánna alt um.

    Men sannleikin er, at lítla niđursetubygdin hjá Andrassi Mortanssoni er vorđin býur og fer at vaksa enn meir. Upprunaliga, í 1828, var hon bert fýra merkur, nú er bygdin – ella býurin – vaksin langt út um břgarđarnar bćđi henda og handa vegin.

    Brimbarda bygdin, iđ upprunaliga bert varđ vard av einum skeri, hevur nú stóra og kyrra havn, tó at útróđurin kundi veriđ meira, tí knáir útróđrarmenn vóru gomlu argjamenninir, tiltiknir skjótir rógvarar. Men vćlstandur er á Argjum, tađ sćst á střddini á bátunum.

    Okkum havnarmegin Sandá líkar vćl framburđin á Argjum. Vit havnarmenn strekkja okkum so langt til at siga, at Argir, Hoyvík og Havnin eru til samans hřvuđsstađur Fřroya, og einki minni enn heimsins nalvi. Tit eiga lut í okkum, og vit í tykkum. Betri kann tađ ikki verđa.

    Jóladag valdar enn halga

    Fossaduniđ úr Sandá, sjáldsama vakra Spinnaríiđ og lítla viđarlundin, sum veruliga er farin at taka skap beint viđ, er krás fyri sansirnar allar. Ein ćvintýrakend perla, og tađ verđur hon uppaftur meir, tá bilaferđslan her niđri fer at minka og flyta niđan á ta nýggju brúnna. Heldur enn at skunda okkum framviđ hesum stađ, eiga vit at steđga oftari á og njóta hetta serstaka umhvřrviđ.

    Men tíđin rřkkur ikki til nú á dřgum, og eitt nú tí byggja vit brýr og tunlar. Řll hjólini skulu mala skjótari, tó at markiđ fyri, hvat menniskjan tolir, man nćrkast alsamt. Vandin er, at vit missa okkum av fótum, vit missa djúpdina í lívinum, ja, vit gloyma at liva. Hvar bleiv liviđ av, spyrja vit jú í heilum?

    Tí er tađ, at tađ hesa ársins myrkastu tíđ er so vćlsignađ at halda jól. Jólini kundu ikki veriđ nakra ađra árstíđ. Jólini eru eitt neyđugt andarhol, ein střđgur, har gomul virđi bćđi av andligum og jarđiskum slag verđa hildin í hevd.

    Gaman í, er ein řgilig ferđ, rennan og stákan stóran part av desember, men jóladag valdar enn halga. Latum okkum ikki broyta tađ.

    Viđ hesum verđur jólatrćiđ á Argjum tendrađ. Gleđilig jól.

    ---


    < Jógvan Arge bókaframlřgu í Reinsarínum | Havnar Arbeiđsmannafelag 100 ár >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR