FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • 05.06.2015 | Evni: Býráđiđ
    Borgarstjórin sigur so mangt
    Áhugavert er at hoyra borgarstjóran í Havn mestum ganga í seg sjálvan í málinum um bingjuhavnina frammanfyri Skansan. Nú tosar hann brádliga um, hvussu neyđugt tađ er at kunna flyta seg í politikki.

    Hetta er sami mađur, sum higartil viđ stálhandskum og háđanarorđum hevur heilsađ hvřrji einastu meining, iđ hevur vikiđ frá hansara egnu.

    Hetta kundi líkst eini flyting og eini undanhoping í einum stórum álvarsmáli, iđ hevur fingiđ sinnini á kók, nú komiđ er til skarpskeringar.

    Vit í Tjóđveldi fegnast um gongdina, tí vit hava, sum tey einastu í Tórshavnar býráđ, víst á tey stóru ivamál, sum eru viđ byggićtlanini.

    Men vit hava eisini sćđ og hoyrt formannin í vinnunevndini lagt í vađiđ meir enn einaferđ og hildiđ rimmarfast um sínar byggićtlanir, sama hvřrjar próvgrundir hava veriđ fřrdar fram ímóti. Og menn á Vaglinum hava heldur ikki spart krútiđ at leggja onnur undir at vilja Havnini ilt.

    Um tann nýkomna střđan er tekin um, at rivur eru um at koma í samarbeiđiđ millum javnađarflokkin og hansara borgarligu hjáflokkar á Vaglinum, er ilt at siga, men kanska stendur á har, nú střrsta og dýrasta projektiđ hjá samgonguni er um at fara fyri bakka.

    Formađurin í vinnunevndini heldur iđ hvussu so er framvegis uppá, at ćtlanin, sum fyriliggur, er tann einasta og besta.

    Tí kunnu seinastu útsagnirnar hjá borgarstjóranum eisini merkja nakađ heilt annađ. Vit hava í seinastuni hoyrt um tann tríbítta javnađarflokkin á lřgtingi, á fólkatingi og í Tórshavnar býráđ, sum javnan upptrađka sum sjálvstřđugar deildir í flokkinum uttan serligt samsvar.

    Nú sóu vit tveir á skíggjanum hóskvřldiđ, og í hesum valtíđum er ikki viđ síđuna av at spyrja, um tann seinasta útsřgnin hjá javnađarbossinum á Vaglinum fríggjadagin er íkomin fyri at hjálpa hinum báđum floksdeildunum at fáa mann valdan á fólkating.

    Tađ er púra greitt, at skandalućtlanirnar á Skansabođunum hava elvt til stórt trýst á javnađarflokkin. Tí rćđur nú um hjá teimum at fáa trýstiđ av ketlunum, so atkvřđur ikki fara annan veg.

    Tá so valiđ er av, kann tátturin at húđflongja bćđi hampafólk og myndugleikar takast uppaftur. Vit vita jú řll somul, at borgarstjórin í Havn kann bólta rút upp á standandi fót.

    Og hann sigur so mangt.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóđveldi ---


    < Musikkskúli á rundferđ | Spćl viđ reinum kortum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR