FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1162)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin


  • 28.05.2015 | Evni: Býráđiđ
    Musikkskúli á rundferđ
    Nú er veđurhanin aftur farin at mala á Vaglinum. Viđ sjálvum borgarstjóranum á odda var fyri einum ári síđani mikil goragangur um, at Musikkskúlin mátti ikki byggjast á mentanarřkinum í Sortudíki. Alskyns tekningar og ćtlanir flugu um oyruni á fólki viđ nýggjum stađsetingum í Kommunuskúlanum, viđ Marknagilsvegin og viđ Landavegin.

    Til endans varđ trýst ígjřgnum ein loysn viđ Musikkskúlanum á einum stykki viđ Landavegin, sum var griviđ út til ítróttarhřll. Hyggjuráđini vóru at flyta projektiđ fyri skúlan viđ Norđurlandahúsiđ út á hetta stykkiđ viđ Landavegin.

    Arbeitt hevur hetta seinasta áriđ veriđ viđ at laga projektiđ til ta nýggju stađsetingina. Hon er nú komin so langt, at bćđi mentanamálanevnd og fíggjarnevnd Tórshavnar býráđs hava samtykt at bjóđa arbeiđiđ út millum seks arbeiđstakarar, so byggingin kann byrja nakađ skjótt og verđa liđug nćsta summar. Endaliga avgerđin skal takast í sjálvum býráđnum, men har er máliđ av enn ósřgdum grundum ikki komiđ á skrá.

    Nú frćttist, at Musikkskúlin skal ikki longur vera á Landavegnum. Borgarstjórin hevur fingiđ ein tanka. Og tann tankin er, at Musikkskúlin liggur best á Skálatrřđ. Hetta hevur hann kunngjřrt á almennari samkomu fyri tónlistaáhugađum uttan at býráđsins mentamálanevnd ella ađrar nevndir í tí nevndarstýrdu kommununi yvirhřvur eru kunnađar um nakađ.

    Ein slík ćtlan fer fyri tađ fyrsta at seinka Musikkskúlanum nógv. Fyri tađ nćsta fer hetta at gera Musikkskúlan nógv dýrari. Tađ ber neyvan til at brúka projektiđ úr Sortudíki og av Landavegnum niđri á Skálatrřđ. Sostatt eru pengarnir, sum eru goldnir fyri projektiđ higartil, farnir fyri skeytiđ.

    Og er tađ so, sum tíđindi ganga um, at Musikkskúlin viđ makt og vold skal tvingast saman viđ eini stórari konserthřll, sum skal matja sjálvan Tjóđpallin, tá hann eina ferđ kemur, so er skjótt at rokna út, hvřr iđ verđur viđ sviđiđ so. Dentur verđur óivađ lagdur á hallarstórleikan, međan tann fitti Musikkskúlin hvřrvur úr myndini.

    Tá samgongan á Vaglinum ikki longur tekur undir viđ sínum egna alva um Musikkskúla á Landavegnum, eru helst bestu ráđini at rógva aftur á aftur ćtlanina viđ Norđurlandahúsiđ. Har ber til at byggja ein góđan Musikkskúla til frama fyri okkara tónleik og tónleikarar, og har stendur skúlin best á miđjari leiđ millum útryđjurnar í býnum.

    Nú rundferđin viđ Musikkskúlanum tykist skula halda fram, hevđi tađ sřmt seg býráđnum at endađ rundferđina, har hon byrjađi.

    Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóđveldi

    ---


    < Hakar og břkkar | Borgarstjórin sigur so mangt >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR