FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (32)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá


  • 24.04.2015 | Evni: Býráđiđ
    Meirinntřkan longu brúkt
    Ein skuldi trúđ, at nú Tórshavnar kommuna hevđi 53,7 mió kr í meirinntřku í skatti í 2014, var lagađ manni beinanvegin at fara undir átřk, sum hava trođkađ á leingi.

    Her komu jú meir enn hálvthundrađ milliónir inn í kassan, sum býráđiđ ikki hevđi roknađ viđ, tá fíggjarćtlanin varđ lřgd fyri farna ár.

    Men í so máta er ikki nógv at heinta. Býráđiđ viđgjřrdi í gjárkvřldiđ eitt uppskot um, hvussu meirinntřkurnar verđa at býta. Meginparturin fer til at fíggja slíkt, sum longu er avgreitt, ella til stađfesta meirnýtslu í farna ári.

    14 mió kr fara til at gjalda jřrđina, sum keypt varđ í fjřr undir Kongavarđa. Slakar 10 mió til at gjalda part av halli á kontu fyri keyp og sřlu, og ađrar slakar 10 mió kr fara til at fíggja byggibúningarćtlanir, sum eru gjřrdar lidnar.

    Meirnýtsla í rakstrinum á serliga barna- og ungdómsřkinum verđur eisini fíggjađ av meirinntřkunum. Tađ svarar til einar 9 mió kr, sum hava veriđ nýttar meir enn ćtlađ í 2014. Sumt eru lógarbundnar útreiđslur og annađ eru beinleiđis rakstrarjáttanir, sum hava veriđ smćrri enn nýtslan. Góđar 2 mió fara til skúla og ítrótt.

    Tá eru smáar 9 mió kr eftir at gera gott viđ. Tćr verđa smábýttar. 2 mió kr til Mullers pakkhús, 1 mió til spćlipláss í Miđbýnum og 0,5 mió kr at býta millum Bođanesheimiđ, skúlan á Lřgmannabreyt og skúlan á Argjahamri.

    1 mió verđur játtađ til vegir, 1,3 mió kr at gera felagshúsiđ á Argjum liđugt, 1 mió at gera núverandi byggistig í Hoyvíkshřllini liđugt, 1 mió kr til bađiland og 1 mió til Tórshavnar Musikkskúla.

    Hesar játtanir koma vćl viđ, har tćr lenda. Men ólíka hugaligari hevđi veriđ, um meirinntřkurnar allar vóru třkar til framtíđina heldur enn til farnar tíđir. ---


    < Rossahandil um SEV-stýriđ | Spenningar um Skansabryggjuna >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR