FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 30.03.2015 | Evni: Býráðið
    Vinnunevndin í Havn spælt seg út
    Tað var ikki ætlanin, at borgarafundurin í Havn í farnu viku skuldi hava nakra ávirkan á tær ætlanir, sum býráðsins vinnunevnd og hennara bygginevnd hava lagt um at byggja út Tórshavnar havn.

    Hetta fingu vit havnarfólk greitt at vita frá formanninum í vinnunevndini longu áðrenn fundin. Kortini ómakaðu fleiri hundrað fólk sær á fundin uppi á Løgmannabreyt at fáa at vita meir um ætlanirnar.

    Hóast tað er greitt, at havnarfólk taka vandan við havnaútbyggingini á Skansaboðunum í stórum álvara, heldur sami formaður stásið við líka og sigur, at kanningar av øðrum loysnum fara at vísa, at tær loysnirnar bera ikki til. Tað er djørv útsøgn, tá onki álvara hevur verið í teimum lýsingum, sum nevndin í hesum umfarinum hevur gjørt av hesum møguleikum.

    Eitt gjøgnumgangandi sjónarmið á borgarafundinum var, at fólk fegin vilja hava alternativar loysnir kannaðar og lýstar við kostnaðarmetingum, so tey í sínum metingum kunna bera saman við ta loysnina, sum liggur á borðinum.

    Fundurin nevndi lýsingar av øðrum møguleikum at byggja nýggja góðshavn úti á Gulanum millum Glyvursnes og Argir, á Sundi og í Kollafirði. Eitt er, at formaðurin í vinnunevndini trumlar fram við páhaldi um, at stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við teirri loysn, sum er løgd fram.

    Verri er, at hann heldur ikki ivast í, at ger Tórshavnar havn eina kanning av møguleikunum á Gulanum, so verður úrslitið, at ein loysn har kann ikki brúkast. Hetta er hástórt og eigur ikki at sleppa at standa einsamalt.

    Var tað rætt, so varð nú kravt, at tær kanningar og metingar, ið gjørdar verða aftrat - gjarna bæði á Gulanum, á Sundi og í Kollafirði - verða tiknar úr hondunum á nevndini fyri Tórshavnar havn.

    Tí tá nevndarformaðurin longu framman undan hevur sagt, at ongar broytingar verða gjørdar, sama hvat fólkið heldur, og eisini tvíheldur um, at úrslitið av gjølligum kanningum aðrastaðni fer at vísa, at tær loysnirnar bera ikki til, hevur vinnunevndin spælt seg út.

    Ongin kann nú hava álit á, at kanningar í hennara hondum verða gjørdar við opnum sinni.

    Hetta er størsta mál, sum nakrantíð hevur verið á býráðsborði. Tað snýr seg um at gera høvuðsstaðin betur føran fyri at taka ímóti og avskipa góðs eins og taka ímóti ferðafólki sjóvegis. Teir møguleikarnir skula vera góðir her í høvuðsstaðnum, men alt nýtist ikki í allar ævir at vera flættað saman á Eystaru bryggju og Skansaboðunum.

    Hvør veit, um tú ikki fært nógv betri framtíðarloysnir, um tú loysir góðsflutningin og ferðafólkaflutningin sundur við eini góðshavn aðrastaðni í Tórshavnar kommunu og mennir núverandi havnarlagið til ferðafólkaflutning og tað, sum har til hoyrir. Ferðamannavinna er jú eitt av beinunum, sum vit eisini skula standa á í framtíðini.

    Tað hevur somuleiðis sín týdning í hesum málinum, at tað snýr seg um minst eina hálva milliard krónur ella meir, sum skattaborgarin í Tórshavnar kommunu heftir fyri so ella so. Og málið snýr seg ikki minni um býarins andlit og dámin í høvuðsstaðnum í alla framtíð.

    Slíkt kann ikki avgreiðast bara við handakeipum og tølandi littekningum. Tað má mýkjast og vendast nakrar ferðir – so eisini fólkið kennir seg heima í átakinum. Tí tað er fólkið, sum skal liva við tí, bæði nú og komandi.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu

    ---


    < Kollafjørður bløðir burtur | Rossahandil um SEV-stýrið >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR