Kollafjørður er ein væl útbygdur partur av Tórshavnar kommunu, men kortini er hóttafall á hesi stóru bygd. Fyri nøkrum árum síðani varð skúlin útbygdur og nýtíðargjørdur. Ítróttahøll og læknamiðstøð vórðu bygdar, og í fleiri umførum eru bryggjur bygdar.
Men einum hevur haltað við alla tíðina. Tað er møguleikunum at setast í búgv í Kollafirði. Tí er fólkatalið minkað úr 1000 niður í 900 eftir nøkrum fáum árum. Talið á skúlabørnum er eisini minkandi; so mikið nógv, at neyðugt hevur verið at leggja flokkar saman í Kollafjarðar skúla. Hetta eru armóðstekin.
Nú hevur býráðið loksins samtykt at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði í staðin fyri tær báðar fyribilsloysnirnar, sum hava verið seinastu mongu árini. Tað er upp á høgu tíð. Ætlanin er, at stovnurin, sum verður bygdur um somu leið sum skúlin, ítróttarhøllin, svimjihøllin og læknamiðstøðin, skal kunna hýsa eini 80 børnum.
Skula allar hesar útbyggingar í Kollafirði saman um tikið geva nakra meining, so er neyðugt í minsta lagi at halda fólkatalið í bygdini við líka. Kommunan kann ikki longur hyggja at, meðan bygdin bløðir út, tí tað unga fólkið ikki fær sett seg niður í bygdini.
Tað er ongin loynidómur, at ungir kollfirðingar nú í nógv ár hava leitað sær úr bygdini og kommununi í aðrar bygdir í grannalagnum, har møguleikarnir fyri at fáa fatur á grundstykki eru betur enn í Kollafirði.
Neyðugt at endurskoða grundstykkjapolitikkin
Víst hevur tað verið trupult at fáa útstykkingar í lag, tí jørðin til tess er ikki eyðfingin. Nú er so aftur ein nýggj útstykking komin upp undir borðið. Hon ætlast at fevna um 24 stykkir fram við einum nýggjum vegi í Hamrabø. Í roynd og veru eru bara tær seinastu undirskrivtirnar eftir at seta undir pappírini. Vónandi verður tað skjótt.
Tað hevur víst seg at vera torført at selja kommunal grundstykkir í bygdum í Suðurstreymi, t.d. Nólsoy og Kaldbak. Prísurin saman við verri møguleikum at fáa fígging til húsabygging har sigst vera høvuðsorsøkin. Tað kann so væl verða, at vit fáa sama trupulleikan í Kollafirði.
Tí er alneyðugt, at kommunan sum skjótast endurskoðar sín politikk um grundstykkir á bygd. Hesin problematikkur má onkursvegna loysast í einari serskipan, hvørs høvuðsendamál er halda við líka og/ella tryggja natúrliga menning í bygdunum í kommununi.
Er tað so, at Tórshavnar kommuna kappast móti kommunum, sum nærum geva grundstykkini burtur, so má okkara kommuna eisini brúka tann møguleikan onkursvegna. Annars eru sjálvt fólk í grannabygdum ikki líka fyri landsins lógum.
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu
---