FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 22.03.2015 | Evni: Ymist
    Við Armstrong og Apollo 11 á mánanum
    Fólk hava altíð havt áhuga fyri sólini og mánanum og hava í mannaminni kent trongd til at sleppa upp á mánan at kanna hann.

    Allur heimurin var eftir miðjan juli 1969 alspentur at vita, hvussu amerikonsku royndirnar at senda fólk upp á mánan fóru at eydnast. Rúmdarfarið Apollo 11 var mannað við trimum monnum á síni ferð við beinari kós móti mánanum.

    Í nánd av mánanum skuldi Apollo 11 ella Colombia, sum rúmdarfarið stundum varð nevnt, leggja seg í ringrás um mánan, meðan tveir av monnunum loystu frá tí við einum minni fari, sum skuldi seta seg á sjálvan mánan. Í útvarpinum nevndu teir við íblástri frá slupptíðini hetta lítla mánalendingarfarið Lítlabát. Í Amerika æt tað Eagle.

    Útvarpið hevði frá fyrsta degi gjørt nógv burtur úr rúmdarferðum hjá bæði russarum og amerikanarum. Russarnir løgdu í 1957 fyri við sínum fyrsta Sputnikki, sum vit á Tinghúsvegnum stundum hildu okkum síggja á luftini yvir Havnini, og teimum á baki komu so amerikanarar við sjógv á bak.

    Tær mannaðu rúmdarferðirnar byrjaðu við russaranum Jurij Gagarin í rúmdarfarinum Vostok 1 tann 12. apríl 1961. Hann fór eina ringrás um jørðina. 5. juni sendu amerikanarar Alan Shephard út í rúmdina. Hann kom mestsum beint niður aftur uttan at fara í ringrás. 6. august fór Herman Titov í Vostok 2 heilar 17 ferðir kring jarðarknøttin.

    Russararnir nevndu sínar rúmdarmenn kosmonautar og amerikanarar sínar astronautar.

    Í 1968 varð farið undir ferðirnar í Apollorøðini. Hesar royndir komu í hæddina, tá rúmdarmenninir Neil Armstrong, Edwin Aldrin og Michael Collins 16. juli 1969 vóru skotnir út í rúmdina av Cape Kennedy í Florida við Apollo 11.

    Tað var yvirhøvur lættari hjá fólki kring heimin at fylgja amerikonsku royndunum. Tær vóru mestsum almennar. Tær russisku vóru meir at kalla duldar. Amerikanarar vildu nú rættiliga vísa russum, hvat av risaveldunum var fremst í kappingini um rúmdina. Sent varð beinleiðis í bæði sjónvarpi og útvarpi, og samskifti millum rúmdarmenn og jarðstøðina í Houston var tøkt hjá teimum, sum kundu fylgja við.

    Um sama mundið sendu russar fylgisvein, sum var nevndur Luna, móti gongustjørnuni Mars. Tá amerikanska mánalendingin nærkaðist, fóru eygleiðarar og serfrøðingar at gita, um hetta ómannaða far í veruleikanum var ætlað at seta seg á mánan og taka broddin av amerikanarunum. Tað var sjálvandi ein spennandi spekulasjón, sum var eitt gott íkast upp undir endan.

    Frásøgumaður í Keypmannahavn

    Í 1969 var sjónvarpingarteknikkurin komin so langt, at til bar at senda livandi myndir úr USA yvir um Atlantshav. Til bar eisini at senda livandi myndir frá Apollo 11 niður til støðina í Houston og víðari haðani til sjónvarpsstøðirnar.

    Tað merkti, at partar av heiminum kundu fylgja hesi forkunnugu rúmdarferð heima í stovuni, og hvør veit, kanska eisini, tá menninir stigu á mánan. Men hetta bar ikki til í Føroyum, tí her sást onki sjónvarp úr luftini, og kaðalsamband við umheimin til slíkt var heldur onki. So Føroyar lógu myrkar í so máta.

    Til tess, at útvarpið skuldi vera betur ført fyri at fylgja mánaferðini, varð avrátt, at eg skuldi sita í Keypmannahavn og siga frá teimum upplýsingum, har kundu fáast, og sjálvsagt eisini siga frá tí, sum sást uttan úr rúmdini. Sjálv lendingin á mánanum var sett til sunnukvøldið 20. juli.

    Lív á Bryggjubakka og í Rosenørns Allé

    Eg fyrireikaði meg væl til mánareportasjurnar, sum vórðu gjørdar úr Radiohúsinum, har vit høvdu bílagt studio við øllum møguligum hentleikum. Sjónvarpi við møguleika fyri at síggja ymsar støðir og møguleikar fyri at lurta eftir ymsum radiostøðum.

    Alt var leinað upp til ta stóru reportasjuna hendan dagin. Heima í útvarpinum á Bryggjubakka høvdu teir í fleiri dagar fyrireikað seg við ymsum tilfari at senda hendan langa dag – og kanska náttina við. Manningin var so stór, sum hon kundi vera, og í studionum sótu Niels Juel og Finnbogi.

    Niels Juel var serfrøðingur í rúmdarferðum. Hevði sagt frá teimum í útvarpinum í fleiri ár. Legði so nógv fyri, at eina ferð, hann lá við krími uppi í songini á Tinghúsvegnum, fekk hann teknikararnar niðan við útgerð, so hann kundi senda við telefon av høvdalagnum. Røddin var merkt av krími, men hetta gekk eisini.

    Á Bryggjubakka var nú eisini danski sjónvarpsmaðurin Jakob Nielsen. Hann var og ferðaðist sum so ofta fyrr og síðan, og hjálpti til við upplýsingum ymsastaðni frá. Gjørdi javnan ein danskan samandrátt um gongdina til danir í Føroyum, sum ikki skiltu føroyskt.

    Niðri í Keypmannahavn møtti eg í Radiohúsinum um middagsleitið. Alt var til reiðar í einum studio, sum eg hevði fyri meg sjálvan. Eg hevði eina boks á borðinum, har eg kundi velja ljóð frá eini seks keldum. Hoyrdi alla tíðina útvarpið í øðrum oyranum í hoyritelefonini. Við lyklinum á boksini kundi eg skifta ímillum at lurta við hinum oyranum eftir DR1, DR2, DR TV ella ljóðinum, sum NASA sendi út úr Houston.

    Serligan dent legði eg á tað, sum var at frætta úr rúmdini og Houston. Tað var tað, sum var mest spennandi, og tað var í roynd og veru tað, eg var farin niður til Keypmannahavnar til at vera føroyinga eygu og oyru, nú fyrsta mánaferðin nærkaðist tí størstu løtuni. Notatunum hevði eg gott skil á og var meir enn so førur fyri at greiða ivaspurningar, sum tóku seg upp á leiðini.

    Risafet fyri mannaættina

    Alt gekk ikki eftir ætlan. Tíðarætlanin skeytst fleiri ferðir. Upprunaliga var ætlanin, at rúmdarmenninir skuldu seta sín fót á mánan um níggjutíðina sunnukvøldið, men okkurt bagdi nú og annað tá, so klokkan fór um midnátt uttan, at nakað fólk sást spáka á mánanum. Hvørki amerikanari ella russari!

    Apollo 11 fór hendan seinnapartin í ringrás um mánan. Tað gekst væl. Tá hann hevði verið 13 ferðir runt, var ætlanin at loysa tað serliga mánalendingarfarið frá rúmdarskipinum, sum so skuldi fara undir ferðina niður á mánan, har ætlanin var at lenda á eini leið, sum teir nevndu Tranquillity Base.

    Í lendingarfarinum vóru Neil Armstrong og Edwin Aldrin. Michael Collins varð verandi í Colombia. Hann ferðasti í ringrás um mánan, til hinir komu út aftur til hansara. Burtursæð frá, at teir lendu nakrar tímar seinni enn ætlað, so gekk alt væl. Armstrong og Aldrin máttu taka sjálvstýraran frá tann seinasta teinin og yvirtaka stýringina sjálvir. Annars høvdu teir komið niður at í einum óreinum gosopi í ósløttum lendi.

    Ørnin setti seg á mánan tann 21. juli klokkan 20.18 føroyska tíð. Í Keypmannahavn var klokkan 21.18. Rúmdarmenninir høvdu nú verið á ferð í 102 tímar, 45 minuttir og 42 sekund.

    Tað tók sína tíð hjá Armstrong og Aldrin at koma úr Ørnini og niður á mánaskorpuna. Armstrong var tann fyrri og tók sítt fyrsta fet á mánanum kl. 02.56 føroyska tíð, og nú høvdu teir verið á ferð í 109 tímar, 24 minuttir og 20 sekund.

    ”Hetta er eitt lítið fet fyri ein mann, men eitt risafet fyri mannaættina”, boðaði hann heiminum frá, tá hann steig fyrsta fótin.

    Teir spákaðu so báðir á mánanum í búnum, sum vóru gjørdir til vektloysi. Teir vóru eitt sindur sveimandi og afturtungir, men tyngdikraftin á mánanum var ikki meir enn 1/6 av okkara. Teir tóku myndir og grótroyndir. Amerikanska flaggið Stars and Stripes fekk sítt pláss á mánanum, og har var eisini latin eftir ein pláta, sum segði frá, at fyrstu fólk av jørðini settu sín fót á mánan hendan dag.

    Útvarpaði í svøvni

    Hýrurin var góður uppi á mánanum og ikki minni í Houston. Í allari gleðini mundi Houston gloymt Michael Collins, sum enn sveimaði kring mánan. Men hann hevði framvegis stóran týdning, tí mánamenninir skuldu niður aftur á jørðina við farinum, sum hann sat í.

    Hann hevði onki hoyrt av sambandinum millum jarðstøðina og mánastøðina teir mest spennandi løturnar, men nú knýttu teir hann upp á linjuna hjá Nasa.

    Tað segðist, at Luna hjá russarunum veruliga var á ferð í rúmdini. Um tað mundið, tá amerikanararnir stríddust við at koma niður á mánan, hevði Luna bert verið 16 kilometrar frá mánaskorpuni. Men tá sprongdist hon luftina. Sovjetska tíðindastovan Tass segði seinni í tveimum orðum: ”Mission completed” og gjørdi ikki aðrar viðmerkingar.

    Klokkan mundi vera nærri átta mánamorgun, áðrenn eg kom til hús aftur á Teglkåsvegi í Kastrup.

    Eg skuldi herja á aftur, tá rúmdarmenninir fóru av aftur mánanum seinnapartin, so eg legði meg skjótt eftir hesar 15 tímarnar í luftini. Svav sum ein steinur. Visti meg ikki hava droymt, men rúmdarferðin má framvegis hava malið í heilanum.

    ”Tú hevur rapporterað frá rúmdarferðini í svøvni”, segði Marita, tá eg kom fram aftur.

    ”Hvat havi eg sagt?”, spurdi eg.

    Hon greiddi mær orðarætt frá tí, hon hevði hoyrt meg siga, meðan eg lá í fasta svøvni.

    Eg kendi hvørt orð aftur frá reportasjuni í útvarpinum.

    Og Marita kundi ikki vita orðini haðani, tí vit hoyrdu ikki føroyskt útvarp í Kastrup.

    ---


    < Hugleiðing um sólarmyrkingar í Føroyum | Kollafjørður bløðir burtur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR