FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • fake rolex watches uk
  • replica watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 17.02.2015 | Evni: Býráðið
    Dagstovnarnir og býráðið
    Nú kom dagstovnaøkið í Havn á breddan. Tað er fínt, at kommunan vil skipa økið so væl og trygt, sum tað nú eina ferð ber til. Men hetta rokilsið, sum stóðst um útspælið, kom helst av, at kommunan hevur havt eina sera óhepna hond í sínum royndum at taka upp samband við hin partin. Choose wholesale fake rolex watches uk online: top clone Rolex, Omega, Breitling, Cartier and etc.

    UK perfect Swiss made replica watches online with practical functions for female and male watch wearers.

    Ongar veruligar dagføringar eru gjørdar í skipanini fyri dagstovnaøkið, hóast nógv vatn er runnið í ánni, síðani kommunurnar yvirtóku tað í 2000. Bara tann sannroyndin er nóg góð grund til at viðgera bygnaðin og onnur viðurskifti.

    Hetta er nakað av tí, sum liggur í kortunum. Men tað stendur klárt og greitt í samtyktini, sum mentamálanevnd og fíggjarnevnd býráðsins hava gjørt í málinum, at økisleiðslubygnaður verður settur í verk í samstarvi við avvarðandi partar.

    Tað merkir, at kommunan kann ikki av sínum eintingum kroysta nakran nýggjan bygnað niður yvir stovnar og starvsfólk uttan samstarv við teir partar, sum broytingarnar viðvíkja, t.e. dagstovnar, starvsfólk og fakfelag.

    Havi tikið undir við ætlaða samstarvinum, tí sum fíggjarnevndarlimur havi eg ampa av fíggjarligu gongdini á dagstovnaøkinum í dag. Vit síggja í frágeiðingum mánaða eftir mánaða, at flestu stovnar hava ilt við at halda fíggjarætlanina. Tey áhaldandi yvirtrekkini hava staðið við leingi. Tey eru nógvastaðni bæði stór og smá, men sumstaðni koma tey ikki fyri.

    Tað áhaldandi meirnýtsluna kunna vit ikki lata um okkum ganga í longdini. Takast mugu stig til tess at fáa hesi viðurskifti so nøkurlunda á beint. Ein møguleiki, sum nevndur er, er at býta teir 37 dagstovnarnar, sum vit hava í kommununi, upp í einar fýra bólkar ella øki, sum hvør hevur sín økisleiðara, ið hevur evstu ábyrgdina

    Hetta er eitt útspæl, sum er ætlað til bæði at tryggja stovnunum hollari fíggjarliga leiðslu og dagstovnaleiðarunum betri rúmd til ta petagokisku leiðsluna.

    Í tilmæli frá umstingini, sum vit hava tikið støðu út frá, verður eisini sagt, at stovnarnir skula hava eins fíggjarlig kor, at námsfrøðilig leiðsla verður á dagstovnunum, at upptøkureglurnar verða endurskoðaðar, og at fíggingarskipanin, t.e. lyklar og normering, verður endurskoðað.

    Dagstovnaøkið hevur leingi verið tað fíggjarliga mest krevjandi málsøkið hjá kommununi. Tað umboðar einar 140 milliónir krónur ella omanfyri 20% av øllum skattainntøkunum. Tað er púra greitt, at tað skal umsitast bæði væl og virðiliga og ansast má eftir pengunum samstundis, sum dentur verður lagdur á góða tænastu.

    Nevndirnar samtyktu báðar einmælt, at nýggjur bygnaður verður settur í verk í samstarvi við avvarðandi partar, at farið verður undir eina tilgongd at orða barna- og ungdómspolitikk fyri námsfrøðiliga økið, og at farð verður undir at gera heildarætlan fyri bygningar.

    Samanumtikið var ætlanin, at hetta skuldi gagna øllum pørtum nú og komandi, men eitt lítið umhugsað commando raid inn ímillum petagokarnar, hevur so fyribils havt við sær, at framferðin verður broytt og skal grundast á ein nýggjan barna- og ungdómspolitikk, sum nústaðni í bráðskundi skal loysast úr lagdi.

    Vónandi finna starvsfólk, fakfelag og kommuna stevið í hesum málinum. Partarnir hava brúk fyri hvør øðrum at loysa ta týdningarmiklu uppgávuna, sum liggur í dagstovnaøkinum. Óivað hava starvsfólkini sítt at bera fram. Tað má eisini sleppa upp í part í samlaðu metingunum, tá tikið verður samanum í samstarvi millum avvarðandi partar.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

    < Havnagerð á Skansabryggju - fyri ella ímóti | Hugleiðing um sólarmyrkingar í Føroyum >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR