FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • Best Cheap Replica Watches 2023
  • cheap breitling replica watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 02.02.2015 | Evni: Býráðið
    Sovjetskir tilstandir á Vaglinum
    Á býraðsfundi hóskvøldið kendist tað eins og at vera í gamla Sovjetsamveldinum ella øðrum harðræðislondum. Í tveimum málum, sum andstøða okkara hevði biðið um at fáa fyri býráðið, varð læst og fyribundið longu áðrenn vit, sum uppskotsstillarar, fingu orðið yvirhøvur. Swiss made Best Cheap Replica Watches 2023 are of high quality. Wish you find your perfect replica watches here.

    Would you like to buy cheap breitling replica watches for sale? This website can off help.

    Býráðið samtykti ein arbeiðssetning fyri mentamálanevndina í einum ávísum máli uttan, at minnilutin slapp at siga sína hugsan um málið. Hetta snúði seg um tiltakið TÍTT innan ansingarøkið og skúlaverkið. Tað miðar ímóti at arbeiða miðvíst fyri í góðari tíð at staðfesta trupulleikar hjá børnum, so hond kann takast um tey.

    Trivnaðarnevndin hevði fyri sítt viðkomandi samtykt uppskotið einmælt, men í mentamálanevndini høvdu trý javnaðarfólk felt tað, meðan eitt javnaðarfólk og undirritaði vóru fyri at fara undir eina royndarskipan.

    At málið fall í mentamálanevndini hevði við sær, at málið als ikki kom fyri býráðið uttan so, at onkur kravdi tað. Ein okkara gjørdi tað, og tá so er, er vanligt at orðaskifti verður, men so varð ikki nú. Marin K. Frýdal, sum kravdi málið fyri býráðið, átti sum uppskotsstillari at verið framsøgufólk í hesum føri, men henni varð blankt noktað orðið.

    Móti býráðsins reglum

    Heldur heitti borgarstjórin á forkvinnuna í mentamálanevndini, partakvinnuna Helenu Dam á Neystabø, sum hevði atkvøtt ímóti í nevndini, um at taka orðið. Hon kom sum vant við eini søktari sjóforklaring og legði fram uppskotið um arbeiðssetning til mentamálanevndina. Í sama andadrátti skeyt hon upp at beina málið aftur í nevndina.

    Hetta var alt avtalað spæl í skýmaskotunum á samgongufundi. Hóast fleiri høvdu biðið um orðið, fór borgarstjórin hugagóður, sum hann er í slíkum førum, ímóti býráðsins reglum beinanvegin til atkvøðugreiðslu um bæði at senda málið í nevnd og um arbeiðssetningin til mentamálanevndina. Tá hon var av, boðaði hann frá, at bæði uppskotini vóru samtykt.

    Samgongan atkvøddi sjálvandi í flokki og rað fyri hesum, men her hekk tó tann stóri lepin við, at arbeiðssetningurin var als ikki viðgjørdur í býráðnum. Eitt slíkt uppskot eigur sjálvsagt at koma til orðaskiftis í sjálvum býráðnum, sum er hægsta stig í Tórshavnar kommunu, men nei. Heldur ikki tað lat seg gera.

    Vit í minnilutanum gjørdu vart við, at hetta var reint dilktatur, tí býráðið kann ikki samtykkja ein arbeiðssetning til eina nevnd eftir óviðgjørdum uppskoti frá eini innspístari samgongu uttan, at býráðið og ikki minst minnilutin, sum hevði skotið upprunamálið inn fyri býráðið, fekk høvi til at siga sína hugsan í frælsum orðaskifti og seta fram uppskot til samtyktar.

    Vit fingu ikki høvi at bera okkara sjónarmið fram í býráðnum. Hetta er so mikið grovt brot á stýrisskipanina hjá býráðnum og á ta dýrkeyptu minnulutaverjuna, at tað undrar ikki, at hetta fær fylgjur á øðrum stigi.

    Út við Hoyvíkshøllini

    Eitt annað mál, sum var komið á býráðsskránna á sama hátt, var um at gera arbeiðið í forbygninginum í Hoyvíkshøllini lidnan. Tað var kravt fyri býráðið við tilmæli um av nýggjum at bjóða írestandi arbeiðið út og útvega pengarnar fyri kostnaðin samsvarandi tilmæli Tjóðveldis í mentamálanevndini.

    Tað var eisini sum at sletta vatn á gás. Heldur ikki her fekk uppskotsstillarin orðið yvirhøvur. Nevndarformaðurin varð eisini her biðin um at taka orðið og mælti eftir skýmaskotsavtalu í samgonguni til, at málið varð beint aftur í nevnd. Tá steðgaði viðgerðin, og enn eina ferð atkvøddi samgongan málið burtur úr býráðnum – uttan viðgerð yvirhøvur.

    Víst er høgligt at sita í meiriluta og umsita valdið sum best ber til og við harðari hond eftir egnum sympatium og antipatium, men reglurnar, sum býráðsviðgerðir eru grundaðar á, krevja virðing fyri møguleikum minnilutans at fáa orðið upp.

    Tað er ikki sjálvsagt longur í Tórshavnar býráð við javnaðarborgarstjóranum og teimum tunguleysu samgongufeløgunum í javnaðarflokkinum, fólkaflokkinum og sambandsflokkinum.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn

    ---


    < Óført Sølvá í Kirkjubø | Havnagerð á Skansabryggju - fyri ella ímóti >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR