
(Mynd: Mourits Mohr Vang)
Sølva Patursson er ein effektiv kona. Við eini upptraðkan í útvarpinum og eini í sjónvarpinum hevur hon fingið Tórshavnar kommunu út úr buskinum í spurninginum um brimverju fyri fornminnini í Kirkjubø. Tað megnar bara ein snekkja.
Hetta hevur mangan verið frammi í práti, men er altíð dottið niðurfyri, tí hetta skuldi ikki vera skylda hjá kommununi. Landið átti apuna, og løgtingið játtaði pengar til bakkaverjur í øðrum kommunum.
Nú kom undan kavi, at landsins myndugleikar longu í 2012 gjørdu Tórshavnar kommunu greitt, at tað er kommunan, sum stendur við endan í slíkum føri. So blivu vit tað klókari í í gjárkvøldið, og tað skal ikki skorta upp á vælvild frá okkum at fáa í lag at verja fornminnini í Kirkjubø.
At tey eru komin soleiðis fyri, er ein aldargomul søga. Kanska varð avgerandi leyst millum land og Kirkjubøhólm á Kyndilsmessuni hørðu fyri fleiri øldum síðani. Síðani er meir og meira máað burtur. Í 1870unum varð gjørd brimverja undir Ólavskirkjuni, so hon ikki ruddi á sjógv.
Bøtt hevur verið um hetta fleiri ferðir síðani, men brimið stendur alsamt í grasið í Kirkjubø og strandarlinjan frá Líkhúsi og heimeftir otar seg longur og longur inn undir og niðan við Ólavskirkjuni eins og niðan móti Múrinum, har als ongin verja er yvirhøvur. Sølva hevur eina hugmynd um, at gerast mugu tvey grótkøst tvørtur um sundið innanfyri Hólmin at halda brimið burtur.
Óivað hevur hon rætt. Hon er jú tann, sum sær standin hvønn einasta dag úr stovuvindeygunum og stríðist allan veturin við brim og taratonglar í túninum.
Hennara átak átti eisini at skundað undir orðaskifti um, hvat vit í veruleikanum vilja við hesum fornminnunum. Tað er ikki nóg mikið at stríðast um tey. Vit mugu eina ferð semjast um kósina, áðrenn ov seint er.
Fornminnini í Kirkjubø eru eitt aktiv fyri Tórshavnar kommunu og Føroyar bæði í søguhøpi og ferðavinnuhøpi. Hetta er tað besta, vit eiga av sínum slag. Hetta er okkara tráður aftur í fornar tíðir, sum vit ikki hava aðrastaðni. Hetta eru ítøkilig prógv um okkara umstøður og okkara samband við mentanir í umheiminum langt afturi í miðøldini.
Tí eiga vit at sýna fornminnunum í Kirkjubø virðing og altíð geva teimum bestu gætur.
Vit verða fátæk, loyva vit havinum eisini at taka hendan partin av forna katólska bispasætinum í sín ríka, men stundum ov máttmikla og oyðandi favn.
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
---