FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • 05.01.2015 | Evni: Viđmerkingar
    Nýggjársheilsan 2015


    Hey vinir og kenningar!

    Vit bćđi gomlu í Tjarnardeild 12 ynskja tykkum gott nýggjár viđ třkk fyri tađ farna.

    2014 hevur veriđ eitt broytingarár. Vit eru bćđi farin um 67, og Marita hevur júst valt at fara úr lívsstarvi sínum í almannaverkinum í meir enn 30 ár, fyrst sum hjálparfólk og síđani fřroyskt útbúgvin námsfrřđingur.

    Vit hava í árinum fingiđ fyrsta langommu- og langabbabarniđ. Rókur er ein lívligur og glađur drongur. Altíđ á kanningarferđ. Grenjar lítiđ og flennur nógv. Og hugaligt er at eygleiđa dagligu framstigini.

    Hóast langabbaheitiđ eri eg framvegis í starvi í Kringvarpi Fřroya, siti enn í Tórshavnar býráđ, nú á 15. ári, og heilsan hevur tikiđ seg vćl upp.

    Nýggjársdagur 2015 er ein serligur dagur, tí tá havi eg veriđ í starvi á sama stađ í heili 45 ár. Tók viđ starvi sum programmedarbeiđari í Útvarpi Fřroya 1. januar í 1970 og havi havt eina sera áhugaverda og spennandi starvsleiđ viđ ríkum mřguleikum at royna flestu avbjóđingar, sum eitt slíkt starv setir.

    Fyrstu 10 árini sum tíđindamađur viđ politikki og řllum tí, iđ har til hoyrdi, sum eina týđandi uppgávu, men eisini řllum mřguligum řđrum. Stóran part av hesi tíđini frásřgumađur í lřgtinginum og frá eitt nú Norđurlandaráđnum, samráđingum í Bruxelles um viđurskiftini viđ EEC og seinni ymsastađni frá um okkara rćttindi, tá okkara vinnumřguleikar broyttust almikiđ og fiskimřrkini fóru út á 200 fjórđingar í 1977.

    Hetta var eisini tíđin viđ teimum vćl umtóktu V4-sendingunum og řđrum skemtisendingum viđ hópin av hugađum veitarum. Tađ vóru dagar, tá vit bryggjađu krút í leikum og tćttum um alt millum himmal og jřrđ kring landiđ og sendu ”Nćr var tađ” og annađ gott beinleiđis úr mangari bygd. Pengarnir flřddu inn í kassan, so útvarpiđ fekk egin hús í 1981-82. Tađ var nćstan sum at koma í himmiríki úr trongu rúmunum á Bryggjubakka, sum hřvdu tćnt fyri sítt breyđ.

    Onnur 10 árini var eg leiđari fyri tíđindadeildini og síđani úti viđ 20 ár leiđari fyri programdeildini. Alla tíđina viđ í ítróttinum, um tađ so vóru olympiskir leikir í Munchen ella fótbóltur, hondbóltur og kappróđur um meginpartin av Evropa. Tveir marknasteinar vóru C-HM í hondbólti í Portugál 1976 og fótbóltssigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990. Kappróđrarferđirnar á Scilly oyggjunum vóru serligar, og hugaligt var eftir áheitan frá Rás2 at siga frá tí alstóra sigrinum, sum fřroyskir svimjarar vunnu á oyggjaleikunum á Álandi.

    Mćr dámdi vćl tíđina, tá útvarpiđ og sjónvarpiđ kappađust. Tá máttu báđir partar vera á tćrnum allatíđina at prógva sín tilverurćtt. Fyri nřkrum árum síđani varđ alt lagt saman í ein pott – sum skot úr byrsumúla. Tađ hevur veriđ ein long prosess viđ mongum tillagingum. Í lřtuni húsast báđir teir gomlu stovnarnir undir lonini, sum útvarpiđ lat byggja. Har eru nú nýggjar vónir fyri stavn viđ teimum útbyggingum, sum eru í ćtlan.

    Havi altíđ havt áhuga fyri siđsřguligum evnum og samrřđum viđ fólk um teirra umhvřrvi. Hetta er jú dokumentasjón. Aftrađi meg leingi at leggja á hendan bógvin, vildi bíđa til eg bleiv eldri, kanska tí, at tann gamli bureaujournalisturin av Ritzau ikki fornoktađi seg. Men seinastu árini havi eg havt mikiđ fragd av at gera sendingar sum Meg minnist saman viđ nógvum góđum kvinnum og monnum.

    Tey eru ein ótřmandi kelda, sum altíđ hava sett sín dám á útvarpsskránna og rúgva vćl upp í Savnsgullinum, sum nú endiliga verđur fingiđ vćl og virđiliga til hřldar í nýggjari třkni í kjallaranum í Sortudíki.

    Gott nýggjár – og takk fyri tey farnu!

    (A facebook 31/12-2014)


    < Býarbókasavniđ nógv longri opiđ | Tjóđveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR