FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 29.12.2014 | Evni: Býráðið
    Eldraøkið verður kommunalt
    Kommunurnar hava frá nýggjárinum ábyrgdina av eldraøkinum sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í hesum sambandi verða nøkur viðurskifti í Tórshavnar kommunu broytt.

    Í Tórshavnar kommuna verða allar tænastur og øll tilboð til aldrandi borgarar savnað í nýggjum stovni við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan undir sosialu deild í trivnaðarfyrisitingini.

    Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – tvær røktareindir (búpláss á røktarheimum og sambýlum og heimatænasta) og Heilsuhúsið.

    Í Heilsuhúsinum er tvørfaklig visitatión til røktartænastur og tilboð umframt móttøka/avgreiðsla. Heilsuhúsið veitir eisini ávísar tvørgangandi tænastur til røktareindirnar og stendur fyri fyribyrgjandi tilboðum, venjingum, heimavitjanartænastu, rehabilitering v.m.

    Leiðari á Heilsuhúsinum er Meta av Fløtum, sum eisini er leiðari fyri samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni. Leiðarar á teimum báðum røktareindunum eru ávikavist Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen.

    Samband Frá 1. januar 2015 skulu borgarar í Tórshavnar kommunu, sum hava tørv á tænastum og tilboðum, eitt nú at søkja um røktarbúpláss ella heimahjálp, venda sær til Heilsuhúsið. Har ber eisini til at fáa vegleiðing um umsóknarbløð, tænastur, tilboð, rættindi v.m.

    Fyribils heldur Heilsuhúsið til á Smyrilsvegi 13, Tórshavn. Til ber eisini at ringja 30 20 00 mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-16.00, og henda telefonin er opin frá fríggjadegnum 2. januar 2015. Teldupostadressan er heilsuhusid@torshavn.fo.

    Vakttelefonin í heimatænastuni svarar framhaldandi á 79 31 99 uttan fyri vanligu telefontíðina.

    Kommunan ger í løtuni neyvari kunningartilfar um nýggju skipanina, um tænastur og tilboð, eins og at umsóknarbløð v.m. verða tillagað. Kunnað verður so hvørt á torshavn.fo, men eru ivamál, ber altíð til at seta seg í samband við Heilsuhúsið telefon 30 20 00 ella um teldupost heilsuhusid@torshavn.fo.


    < Kaldbaks Dartfelag í nýggj høli | Býarbókasavnið nógv longri opið >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR