FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 16.12.2014 | Evni: Býráðið
    Loypa bukk um bíðilistan
    Tórshavnar kommuna er farin at spekulera við sínari jørð. Kommunan hevur keypt jørðina undir Kongavarða aftur og hevur nú samtykt at bjóða grundøkið til eini 30 raðhús út fyri hægstbjóðandi. Útboðið verður alment, og avgerandi fyri, hvør ið fær boðið, er, hvør bjóðar kommununi mest.

    Tað, sum selt verður í hesum umfarinum, er ein partur av tí, sum kommunan herfyri keypti frá Eik, ið sat við búnum eftir stóru útstykkingarætlanina undir Kongavarða. Tað, sum byggjast skal, skal í mesta mun samsvara við niðastu raðhúsini, sum eru gjørd undir Kongavarða.

    Tvey broytingaruppskot vóru frá minnilutanum, tá málið var fyri í býráðnum hóskvøldið. Annað var um, at bústaðirnir, sum koma burtur úr ætlanini, verða bodnir teimum, sum standa á bíðilistanum, ið kommunan hevur havt í mong Harrans ár.

    Hetta varð skotið upp, tí vanligt er, at tá kommunan útvegar jørðina, verða bústaðirnir bodnir fólki á bíðilistanum. Soleiðis varð eisini gjørt í fyrra umfarinum undir Kongavarða.

    Kommunan keypti fyrst jørðina frá Búnaðarstovuni og seldi hana víðari til partafelagið fyri sama prís, sum hon hevði fingið hana fyri, treytað av, at bústaðirnir vórðu bodnir út eftir bíðilistanum.

    Uppskotið um eisini at brúka bíðilistan hesaferð fekk eina ringa lagnu. Bert tríggjar atkvøður vóru fyri úr Tjóðveldi. Ikki minni enn 9 atkvøður úr samgonguni vóru ímóti, meðan ein ikki greiddi atkvøðu.

    Okkum fyrikemur hetta at vera eitt týðuligt tekin um, at ein stór høgrasnaring er farin fram á Vaglinum, nú Javnaðarflokkurin situr við reinum meiriluta við Fólkaflokki og Sambandsflokki sum hjáflokkum.

    Tá lopið verður bukk um bíðilistan merkir tað, at bústaðirnir, sum koma burtur úr hesi kommunalu jarðarútvegan, verða seldir í fríari sølu – t.e. fyri hægstabjóðandi – og tey, sum hava staðið stytri og longri á bíðalista verða við sviðið soð. Her eru bara frítt slag og størstu mappurnar galdandi.

    Hitt broytingaruppskotið var um, at kommunan gjørdi byggibúningina lidna sjálv til tess at tryggja sær, at hon verður í lagi. Heldur ikki hetta broytingaruppskot vann fram. Úrslitið var tað sama, tríggjar fyri og níggju ímóti. Upplýst varð í málinum, at stór ógreiða er um, hvørjar innleggingar eru tøkar á økinum, sum selt verður.

    Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi

    ---


    < Jól í Kirkjubø | Býráðið spekulerar við kommunalari jørð >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR