
Boðar tú til allar tjóðir:
æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna,
meðan øld um øldir renna.
Ørindið er úr einum sera hugtakandi fosturlandssangi eftir Jóannes Patursson. Ein sangur um at varðveita arvin eftir forfedrarnar.
Helt, eg kundi brúka burtur úr honum, nú vit fara at tendra jólatræið eftir guðstænastu í Sóknarkirkjuni í Kirkjubø. Ein hugtakandi løta í elstu kirkju í Føroyum, sum hevur sín uppruna í 1100 talinum. Eina slíka løtu kann hugurin fara at reika.
Føroyamál og stríðið fyri tí hevur havt sínar góðu stuðlar í Kirkjubø. Jóannes bóndi var ein oddamaður fyri jólafundinum um at verja Føroyamál og Føroyasiðir, og í Føringafelag, hvørs fremsta stevnumið var at fáa Føroya mál til æru í kirkju og á tingi.
Jóannes bóndi virkaði eftir hesum stevnumiði. Bróðurin Sverre Patursson var íðin nýtari av føroyskum máli í sínum tíðindamanna- og rithøvundavirki. Tað var systirin Sannulena Patursson eisini í sínum blaðstarvi. Siggert brúkti mest fremmand mál, tá hann segði frá sínum ferðum um heimin.
Í seinni árum hevur sjálv ímyndin av at fara væl um føroyska málið, Jóhan Hendrik, sitið júst her í Kirkjubø.
Smáu málini í vanda
Ein spurningur, sum í dag er frammi millum teirra, sum umboða tey smáu málini, er vandin, tey eru í. Eitt nú, at norðurlendingar mangan tosa saman á enskum, tí teir halda seg ikki til at skilja grannamálini.
Einasta kvinnan í íslendska forsetastólinum er sendifrúa fyri UNESCO við serligari ábyrgd fyri smáu málunum. Hon heldur, at føroyingar eru teir, sum hava besta máskilið í Norðurlondum, og ivast ikki í, at hetta er eitt úrslit av, at vit hava verið noydd at stríðast fyri móðurmálinum.
Vígdis Finnbogadóttir heldur, at málið hevur serligan søguligan týdning í Norðurlondum, tí norðurlendingar hava ikki so nógvar og stórar borgir at vísa á, sum tey hava suðuri í Evropa. Hinvegin, sigur Vígdis, hava vit Orðini. Málið er okkara borg, og málið knýtur bond aftur í okkara søgu.
Hetta er ikki hissini lýsing av týdninginum, sum móðurmálið hevur, og niðurstøðan hjá Vígdis Finnbogadóttir er, at skula tey smáu málini ikki týnast, so ræður um at vekja tey ungu fyri málinum, vekja áhugan hjá ungdóminum fyri at røkja og bera móðurmálið víðari.
Hetta er eitt, sum er uppi í tíðini, men tað er ikki nýtt fyri okkum. Eg haldi, at tey vistu tað longu í 1888, og tí løgdu tey seg í tí rembingini fyrst og fremst eftir at fáa Føroyamál aftur til æru. Jóannes yrkti:
Føroya mál á manna tungu
merkir: her býr Føroya fólk
slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedramál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.
Katólskur miðdepil
Eg dugi ikki at siga, hvussu langt aftur í søguna jólatræið í Kirkjubø røkkur, men so mikið veit eg, at jólini eru gomul her, og óivað hava heiðin jól verið drukkin í Kirkjubø áðrenn kristnu jólini. Kirkjubøur var eisini miðstøðin í teimum kristnaðu Føroyum, og vit kunna ímynda okkum, at teir katólsku bisparnir og prestarnir á biskupssetrinum á sín hátt hava gjørt almikið burtur úr jólunum.
Tað er alsamt stórur áhugi fyri at fáa greiðu á meir enn 1000 ára longu søguni hjá hesum stað, tí granskingin higartil hevur staðfest, at nógvir loynidómar eru fjaldir í miðaldarsøguni. Hetta var eisini ein spurningur, sum upptók kirkjubømannin Erlend Patursson, sála.
Eina ferð, eg hitti hann, sigur hann: Tú Jógvan. Heldur tú, at tað er frekt at fara suður til Rómaborg og banka upp á hjá pávanum at spyrja, um eg kann sleppa niður í kjallaran hjá honum at leita eftir gomlum skjølum um Kirkjubø? Kanska sigur hann ja, tá eg leggi aftrat, at eg eri ættaður úr gamla biskupssetrinum og uppkallaður eftir einum høgt virdum katólskum bispi í Føroyum. Eg helt so við.
Jólini eru barna- og familjuhátíðin, sum vit gleða okkum til. Børnini eru vælhýrd og hava ikki stundir at bíða, tí jólakalendarin skal latast upp hvønn morgun. Fyri framman er jólaaftan. Tá verður spennandi at vita, um jólamaðurin hevur fingið hendur á teirri røttu gávuni. Tað ivist eg ikki í.
Í øllum jólastákinum gloyma vit kortini ikki, at jólaboðskapurin framvegis er hin sami: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Eg fari at takka øllum, sum hava fyrireikað hesa hugnaløtu, og ynskja tykkum øllum somlum, eini gleðilig jól – og ongantíð betur, um tey verða hvít. Og nú verður jólatræið tendrað.
Jógvan Arge