FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 06.12.2014 | Evni: Býráðið
    Jólatræið í Miðheiminum

    Røða á Velbastað leygardagin 6. december 2014.

    Tað er sjálvsagt, at jólatræið á Velbastað stendur í sjálvum Miðheiminum. Hvar aðrastaðni skuldi hetta súmbolið fyri jólahátíðina annars staðið? Velbastaðfólk hava jú í mannaminni nevnt hendan partin av bygdini Miðheimurin.

    Í navninum er allur heimurin umboðaður við sjálvari Jørðini og umhvørvinum kring hana umboðaður, samstundis sum tað sigur okkum, at her er centrum í bóndabygdini Velbastaður.

    Hetta sigur okkum eisini, at velbastaðfólk eins og øll onnur hava mett seg at sita mitt í verðini. Tað gera tit framvegis við sjálvum Miðheiminum miðskeiðis millum býlingarnar norði á Heyggi og úti á Heyggi.

    Hví Miðheimurin?

    Hetta er ikki eitt nevni, sum stendur á kortum ella í atlassum, men tað livir á mannamunni og er eisini fest á blað í ritum um bygdina. Havi ikki lagt til merkis, at nakar hevur ómakað sær at gera grein fyri, hví føroyski Miðheimurin bara finst á Velbastað. Tað kundi verið eitt áhugavert studium.

    Nú økisnevndin, nevndin fyri bygdirnar í Tórshavnar kommunu, hevur avgjørt at savna inn staðarnøvn bæði í bø og haga í øllum bygdunum, hevði verið stuttligt at fingið meir at vita um fyribrygdið Miðheimin á Velbastað.

    Eg havi googlað Miðheimin, men google kennir onki til nakran Miðheim í Føroyum, tíansheldur her á Velbastað. Hann verður ikki tikin upp á tungu í orðabókum og uppslagsverkum í føroyskari merking.

    Men Miðheimur finst í íslendskum máli, har heitið verður brúkt í sambandi við framkomna fjarskiftistøkni. Ein íslendsk fyritøka eitur Miðheimar. Merkingin er centrum, og fyritøkan leggur seg serliga eftir at bjóða trygga og góða atgongd til internetinum.

    Millum elstu bygdir

    Jólini eru eisini gomul á Velbastað. Tey munna, heiðin sum kristin, vera líka gomul sum bygdin. Og Velbastaður er óivað millum elstu bygdir í Føroyum, tí vestursíðan á Streymoynni hevur altíð verið fruktagóð. Tað var avgerandi fyri búsetingina eins og atgongdin til fiskileiðirnar.

    Velbastaður hevur ikki altíð sæð út sum í dag. Tann gamla bygdin lá niðri við sjóvarmálan, sum nú er, men varð flutt niðan higar, helst tí at lendið broyttist og fór undir kav.

    Í nýggjari tíð eru aðrir býlingar lagdir aftrat longur uppi. Velbastaður hevur fyri ein part fingið býarskap samstundis sum tann altráðandi landbúnaðardámurin er fjaraður nakað. Hetta er verðins gongd – eisini kring um sjálvan Miðheimin.

    Jól eru á hvørjum ári og vit gleða okkum líka nógv til tey hvørja ferð. Hetta er sjálv barna- og familjuhátíðin. Vit gleðast um Jesusbarnið, sum varð borið í heim í Bethlehem fyri meir enn 2000 árum síðani.

    Skjótt verður ljósari

    Dagarnir eru ongantíð á árinum so døkkir sum í adventini, men samstundis kunna vit gleða okkum til, at stytsti dagur skjótt uprennur og dagarnir aftur fara at leingjast. Tað er eisini ein upprunaorsøk til, at fyrstu jólini vórðu hildin.

    Sjálvt um hendan tíðin stundum kann tykjast heldur strævin, er ongin ivi um, at hon er hugnalig. Tey vaksnu eru yvirhøvur væl hýrd, hóast tey hava nógv um oyruni. Børnini eru ótolin og hava ikki tíð at bíða. Tey eru spent og fara tíðliga upp hvønn morgu at lata lúkuna í jólakalendaranum upp.

    Og fyri framman hava vit eisini vónina um at hitta sjálvan jólamannin, sum sjáldan er pírin. Mann hann ikki fara at raka rætt í ár eisini og koma við tí røttu gávuni? Tað rokni eg við.

    Tað er ein serstakur hugni, tá vit tendra jólatrøini í kommununi, fáa nøkur orð frá presti og góðir jólatónar seta sín dám á løtuna.

    Takki tykkum, sum hava skipað fyri hesi hugnaløtu í Miðheiminum á Velbastað, við ynskinum um, at vit í øllum jólastakinum ikki gloyma, at jólaboðskapurin enn sum áður er hin sami: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.

    Gleðilig jól øll somul – og nú verður jólatræið tendrað.

    Jógvan Arge


    < Havnin lænir til íløgur | Jól í Kirkjubø >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR