
Lćna 41,5 mio. kr.
Í fíggjarćtlanarviđgerđini segđi Jógvan Arge m.a.:
”Í lřgurnar eru í hesum uppskotinum settar til 163,5 mió kr. Tađ er eitt munandi střrri tal enn mćlt varđ til upprunaliga. Fyrsta upphćddin var 110 mió krónur. Síđani varđ inntřkumetingin fyri áriđ hćkkađ viđ 12 milliónum og ílřguupphćddin til 122 mió kr. Hetta tal eigur at svara nřkurlunda til tađ, sum kommunan megnar at framleiđa eftir einum ári, tá tađ gongst vćl í hond.
Viđ eini ílřgućtlan upp á 163,5 mió kr er sambćrt fíggjarćtlanini neyđugt at lćna 41,5 milliónir, sum kommunuskatturin ikki orkar at fíggja. Og samstundis verđa tey lán, sum vit hava upp á umleiđ 120 mió krónur, umfíggjađ soleiđis, at avdráttur ikki verđur goldin nćsta ár.
Vit hava ikki tikiđ lán í fleiri ár, men heldur goldiđ lánsskyldina niđur. Her fer vend at koma í nćsta ár, og tađ kann tykjast bakvent, tí ongi av teimum heilt stóru projektunum, sum liggja fyri framman, eru serliga vćl umbođađ á ćtlanini hesaferđ.
Tú kanst sjálvur velja, hvat hetta nýggja lániđ fer til. Eitt postulát kann vera, at tađ fyri ein stóran part fer til at fíggja bankakeypiđ. Tá avgerđin um keypiđ varđ tikin, skuldu 37 milliónir fíggjast viđ sřlu av bygningum. So vítt vit vita, eru ikki meir enn smáar 5 milliónir komnar inn. Her er also ein munur upp á góđar 30 milliónir krónur. Vónandi koma hesir pengarnir inn viđ húsasřlu onkursvegna.
Kunna nćrkast lániloftinum
Hinvegin so hava vit fyri stavn eina nýbygging av einum skúla, sum í kostnađi fer at tátta í 400 milliónir krónur. Havi eg skilt signalini rćtt, so setir samgongan sćr ikki fřri á at byggja hendan skúla uttan at taka allan kostnađinum í láni eftir kanska trimum árum.
Vit hava eisini fyri stavn eina útbygging av Tórshavnar havn, sum helst fer at kosta ađrar 400 milliónir krónur í láni. Eg kenni vćl argumentini um, at hetta fer ikki at tyngja sjálva kommununa, tí hetta fer at verđa goldiđ aftur av inntřkunum hjá Tórshavnar havn.
Men řll hesi lán verđa hongd um hálsin á Tórshavnar kommunu so ella so. Samlađu lánini fara kanska, tá tey verđa upp á tađ mesta, at liggja um einar 900 til 1000 milliónir krónur.
Verđur tađ veruleikin, so fer eisini Tórshavnar kommuna at renna hřvdiđ í lániloftiđ og kemur í flokk viđ tćr skuldartyngdu kommunurnar.
Tađ er ongin ynskilig střđa. Tađ verđur dýrt í rentum, sum annars kundu veriđ brúktar at gera gott viđ. Og i heila tikiđ halda vit, at kommunan skal vera varin viđ sínum átřkum og lántřkum, og vit duga ikki at síggja, at lántřkan, sum nćsta ár stendur fyri durum, fer at gagna stórvegis.
Kaninir úr hattinum
Vit áttu at endavent hesi fíggjarćtlanini eina ferđ enn og vita, hvar vit kunna skarva tađ burturav, sum líkist replicas hublot marglćti, og annars fingiđ gjřrt eina gjřlla langtíđarćtlan bćđi fyri rakstur og ílřgur, so vit ikki risikera at detta heilt á halan um skamma stund.
Bara tađ, at vit skula taka lán nćsta ár uttan tey heilt stóru projektini á breddanum er eitt vandatekin.
Tađ tykist ikki vera mark fyri, hvřrjar kostnađarmiklar kaninir verđa hálađar upp úr gyklarahattinum og sendar í eystur og vestur í Havn.
Summir borgarar taka hetta viđ miklari stúran og ađrir viđ sunnari undran og trúgva ongum, fyrrenn tey síggja tađ.
Onnur byggja í huganum stórar vónir og vćntanir til kaninirnar, men detta niđur aftur á langlegg, tí kaninirnar hvřrva sum dřgg fyri sól – ein fyri og onnur eftir. Og skulu tćr gerast veruleiki, so má lán takast!
---