Ætlanin at gera ábøtur á ítróttarhøllina í Kollafirði hevur fingið eitt skot fyri bógvin.
Tórshavnar Býráð ætlar nevniliga at taka eina millión krónur av játtanini til ítróttarhøllina og ístaðin brúka hana til at leggja sjóhita í Müllers Pakkhús í Havn.
Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, at endamálið er at skipa og víðka Skálatrøð til at verða ein virknan býarpart, har dentur eisini skal leggjast á mentanarstovnar.
- Müllers Pakkhús er týðandi mentanarpallur hjá kommununi og partur av sama øki, verður sagt í upskotinum.
Tí ætlaði meirilutin at taka 1 mió 89.000 krónur av játtanini til ítróttarhøllina og leggja sjóhita í pakkhúsið ístaðin.
Ætlanin var at býráðið skuldi samtykkja hetta á fundi hóskvøldið, men tað kom ongantíð so langt sum til atkvøðugreiðslu.
Í býráðsfundinum varð ført fram, at mentanarnevndin hevði ikki havt høvi til at siga sína hugsan um málið. Tí varð tað beint til viðgerðar í mentanarnevndini og verður so lagt fyri býráðið aftur seinni til endaliga avgerð.
Heðin Mortensen vísir á, at verkætlanin í Kollafirði hevur ligið still síðani í vár, og har er einki hent. Hinvegin er klárt at bjóða Müllers Pakkhús út. Tað merkir ikki, at ítróttarhøllin ikki verður gjørd, tí tað verður hon, sigur hann.
Men tað vóru ikki allir býráðslimir, sum vóru so fegnir um hesa ætlanina
Jógvan Arge helt at tað er púra burturvið at stjala eina millión frá ítróttarhøllini í Kollafirði og brúka tað til sjóhita í Havn, sum hann málbar seg.
Hann vísir á, at tað var longu í mei, at býráðið samtykti at bjóða út arbeiðið at byggja aftrat ítróttahøllini í Kollafirði. Pengar eru á ársins íløgætlan til endamálið.
Hann vísti eisini á, at tað hevur tikið fleiri ár at koma so langt sum til at taka eina avgerð um ítróttarhøllina. Málið snýr seg um at byggja eitt goymsluhøli upp í hana, so nýtslumøguleikarnir verða betri.
- Og tá ið býráðið hevur samtykt eitt mál, áliggur tað borgarstjóranum at seta samtyktina í verk. Tað hevur hann ikki gjørt í hesum føri, sigur Jógvan Arge.
- Í staðin kemur umsitingin í býráðnum sum ketta upp úr høvdatrogi og vil stjala pengarnar til sjóhita í Havn við teirri umbering, at einki er hent í málinum.
Heldur enn at taka pengarnar frá ítróttarhøllini í Kollafirði, mælti Jógvan Arge, mest í meinfýsni, til at taka teir frá ætlaðu nýggju svimjihøllini í Havn, tí har er einki hent.
- Og ein svimjihøll og sjóhiti hava hóast alt meiri í felag enn ein ítróttarhøll og sjóhiti, helt hann turrisliga fyri.
- Har er eisini nógv meiri at taka av, staðfesti hann
Elin Lindenskov helt, at tað var ein provokatión at mæla til at taka pengarnar frá svimjihøllini, tí hon fer at atkvøða fyri øllum sum ber í sær, at svimjihøllin missur játtan.
Eisini Jákup Dam, býráðslimur, helt, at tað er heilt burturvið at taka játtan frá ítróttarhøllini í Kollafirði.
Kelda: in.fo
---