
”Myndirnar eru allar tiknar á veingjum. Tær eru ein øðrvísi lýsing av okkara vakra og fjølbroytta oyggjalandi. Vit fáa allar Føroyar úr erva í einari trivaligari bók, sum er væl skipað og væl prentað.
Uppsetingin er eisini klár og greið. Myndirnar eru bólkaðar landafrøðiliga úr Norðoyggjum til Suðuroyar og síðst av øllum er mynd av Munkinum, sunnasta skerinum í Føroyum.
Bókin er ein gamal dreymur, sum gongur út, sigur útgevarin Andreas Mouritsen. Hann hevur altíð havt áhuga fyri at taka myndir, og tá hann fór at flúgva í Føroyum, var tað sjálvsagt, at hann hevði myndatólið við sær, kanska serliga góðar summardagar. Men hann varnaðist skjótt, at Føroyar eru líka vakrar og bergtakandi í øllum veðri, í logn sum í ódn. Hesin vavsturin av umstøðum veitir ótømandi møguleikar fyri glæsiligum myndum.
Hevur serligan status
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at avmynda Føroyar úr erva. Tyrlan ristist illa av nógvu ferðini, og mangan er turbolensur millum oyggjarnar. Stundir eru heldur ikki altíð stilla inn og velja aðra linsu.
Hóast tað hevur tað eydnast Andreasi at fáa myndir til bókina, sum allar lýsa okkara oyggjaland á ein øðrvísi hátt, úr øðrvísi sjónarhorni, stundum í umstøðum, har bert ein góð og vælhildin tyrla við vandari manning sleppur at.
Myndabøkurnar um Føroyar eru mangar. Tær eru allar áhugaverdar hvør á sín hátt, men ongin mann sum hendan øll, sum hon er, vera tikin í fuglaperspektivi. Tað gevur henni ein serligan status, tí tað er ikki øllum beskorið at hava hesar møguleikarnar at taka myndir ella bara skoða Føroyar.
Ólavur Poulsen segði hendan dagin, at hann helt, at myndakalendararnir við teimum vøkru myndunum hjá Jákup Andriasi Arge høvdu givið mongum íblástur til at ferðast kring oyggjarnar. Tað fer hendan bókin eisini at gera.
Býir úr erva
Tað er áhugavert at skoða hesar 180 myndirnar av Føroyum úr erva í øllum veðri og skiftandi ljósi. Summar eru friðarligar, aðrar ófriðarligar, og náttúrmyndirnar eru stórslignar, hvar tú so ferðast yvir landinum.
Tú kanst eisini fáa mangt og hvat annað burtur úr. Vit hava ofta hug til at halda, at okkara bygdir og býir eru illa skipað. Eg má siga, at eg visti ikki, at partar av Klaksvíkini vóru so væl skipaðir, sum tað sæst á einari stórari mynd í bókini. Fyrimyndarlig tilrættislegging, sum fyri tað kundi verið tikin úr eini framkomnari arkitektakapping.
Á tveimum síðum hevur Andreas mynd av grannalagnum, har eg eri uppvaksin við Plantasjuna í Havn. Tað var altíð eitt hugnaligt grannalag, men so fullfíggjað, sum tað sýnist úr luftini í dag, havi eg ikki givið mær far um tað áður. Har er jú alt sum eygað og hjartað krevja. Litføgur og fjølbroytt hús, smalar og breiðar farleiðir, grøn opin øki og nógvur viðavøkstur við sjálvum tjóðarstadion í útryðjuni.
Á veingjum er ikki bert ætlað føroyingum og er ikki bara myndir. Bæði á føroyskum og enskum verður í stuttum greitt frá okkara landspørtum so hvørt, sum teir koma fyri í bókini, og á tann hátt verða myndirnar settar inn í ein samanhang fyri bæði føroyingar og útlendingar.
Ynski Andreasi til lukku við bókaverkinum. Hetta eru sermerktar og hugtakandi myndir á væl frágingnum prenti - og prísurin er væl yvirkomuligur”, segði Jógvan Arge, áðrenn Andreas Mouritsen fór at signera eintøk til teir mongu gestirnar.
---