
- Eg haldi, at ein eigur at seta eina óhefta nevnd at áseta lønir og borðfæ hjá politikkarum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Nógv kjak hevur verið um avgerðina hjá Tórshavnar býráð, um at økja borðfæið hjá borgarstjóranum úr 2.393 krónur um mánaðin til 7.181 krónur um mánaðin.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil sum so ikki blanda seg upp í hetta ávísa málið, men sigur, at hann sjálvur metur tað vera rættast at politikkarar lótu onnur enn seg sjálvar viðgera fíggjarstøðu sína.
- Tá hetta var tikið upp í landsstýrinum, valdu vit at seta eina uttanveltaða, óhefta nevnd at viðgera málið. Hetta gjørdu vit fyri at fáa málið so langt undan okkara ávirkan, sum møguligt, sigur løgmaður.
Løgtingið samtykti í mai mánaði at strika borðfæið hjá landsstýrismonnunum og løgmanni, og heldur lata útreiðslur fyri umboðan verða goldna av vanligu rakstrarjáttanini hjá aðalráðunum.
- Neyðugt var at endurskoða skipanina, tí fortreytirnar hjá landsstýrismonnum og løgmanni vóru so nógv broyttar. Tí varð avgjørt at endurskoða alt lønarlagið hjá okkum í landsstýrinum, íroknað koyripengar og borðfæ, greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá.
Vansin við eini játtan til borðfæ er, at einki eftirlit er við henni. Ráðharrin fær játtað eina mánaðarliga upphædd til borðfæ, men einki eftirlit er við, hvat peningurin verður nýttur til.
- Fyri at fáa eitt størri gjøgnumskygni, verða tí allar útreiðslur til borðfæ lagdar á rakstrarjáttanina hjá aðalráðunum. Tá krevst, at allar útreiðslur verða skjalprógvaðar, og á tann hátt fæst størri gjøgnumskygni í skipanina, sigur løgmaður.
- Vit hava ikki brúk fyri, at fólk seta spurningar við, hvat borðfæið verður nýtt til, og um tað nú verður nýtt til tað, sum endamálið er. Lat okkum heldur fáa eina gjøgnumskygda skipan, har útreiðslurnar til umboðan kunnu eftirkannast, sigur løgmaður.
Løgmaður er als ikki í iva, hvat málinum um borðfæ viðvíkur.
- Hví ikki seta eina óhefta, uttanveltaða nevnd, at taka sær av spurninginum um borðfæ til kommunupolitikkarar, eins og gjørt var við tey, ið sita í landsstýrinum.
- Ein kundi kanska enntá nýtt somu nevnd, sum vit nýttu. Tað er ikki behagiligt hjá politikkarum at skula áseta sær sína egnu løn, og tað er heldur ikki rætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at enda.
Úr grein á in.fo.