FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 15.08.2014 | Evni: Býráđiđ
    Dansurin um SEV-kálvin
    Skerda samgongan í Tórshavnar býráđ mundi smalkađ upp aftur meir longu á skipanarfundinum í gjárkvřldiđ, tá býráđiđ skuldi velja sínar fřstu nevndir og sítt umbođ í SEV-nevndina fyri árini 2015-16. Sperđil kom í SEV-valiđ.

    Fólkafloksmađurin Bogi Andreasen situr í SEV-nevndini sum er. Upprunaliga ćtlanin var, at Marin Katrina Frýdal skuldi taka yvir tey bćđi seinnu árini av valskeiđnum, men hesar fortreytir broyttust, tá Tjóđveldi fór úr breiđa samstarvinum í andstřđu fyrr í summar.

    Bogi Andreasen var skjótur út í miđlarnar at bođa frá, at hann helt tađ vera púra nattúrligt, at hann og fólkaflokkurin varđveittu sessin í SEV eisini komandi tvey árini.

    Samgongan hittist fyri býráđsfundin í gjárkvřldiđ at fáa valiđ frá hondini, men nú fekk pípan heilt annađ ljóđ. Royndasta javnađarkvinnan í býráđnum, Elin Lindenskov, sum mangan hevur gjřrt vart viđ seg í orku- og umhvřrvismálum, setti fram ófrávíkiligt krav um, at javnađarflokkurin mannađi sessin seinnu helvt av valskeiđnum.

    Hetta elvdi til drúgvar tingingar í samgonguni. So drúgvar, at býráđsfundurin, sum skuldi byrja kl. 17.00, ikki byrjađi fyrrenn kl. 19.00. Tá bođađi borgarstjórin frá, at valiđ av limi í SEV-nevndina varđ tikiđ av dagsskrá.

    Lítil dramatikkur var í sjálvari frábođanini, men aftanfyri lá ein harđur dystur, sum hótti viđ at skerja samgonguna upp aftur meir. Tađ ljóđar, at Elin hevđi hug at taka seg burturúr, fekk hon ikki sítt krav eftirlíkađ, og hinumegin sat fólkaflokkurin og var til reiđar at fara úr, fekk Bogi ikki sessin.

    Hart stóđ móti hřrđum, og býráđsfundurin dróg bara meir og meir út. Nátturđin, sum borgarstjórin vanliga bjóđar eftir býráđsfund, var komin á borđiđ, og býráđslimir vórđu bodnir til borđs at eta hřnu longu áđrenn fundurin varđ settur. Snýđini reyđ, smílini fá og knyklar í brúm.

    Einhvřr loysn tóktist kortini í ljósmála. Hon vísti seg ikki at vera annađ enn, at trýstiđ varđ tikiđ av ballónini eina lřtu og spurningurin um SEV-sessin skotin út eins og í katapulti.

    Viđ hesum sálamonsstigi kom ikki til endaligar skarpskeringar á hesum sinni, og friđur fekst eina lřtu. Men dansurin um SEV-kálvin er kortini ikki liđugur, tí valiđ má avgreiđast fyrr ella seinni.

    SEV-sessurin er altíđ ein týđandi telving í kommunum, hóast hann so at siga onki hevur viđ dagligt býráđsarbeiđi at gera. Men hann er áhugaverdur, eins og hann er millum allarbest samsýntu nevndarsessir hjá kommunustýrislimum.

    Tíđin fer at vísa, hvřr fćr bitan hesaferđ – fólkaflokkurin, sum er hjáflokkur hjá javnađarflokkinum, iđ einsamallur hevur meiriluta í býráđnum, ella javnađarflokkurin.

    Jógvan Arge, býráđslimur í Havn ---


    < Ólavsřkuballónin sum lekur | Tey sćta sćr á Vaglinum >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR