FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 05.07.2014 | Evni: Røður
    Sólin skein á regattuna í Nólsoy
    Í røðu síni fyri regattuni segði Jógvan Arge:

    ”Tað er sjálvsagt, at allur tann føroyski regattaflotin leggur inn í Nólsoy á eini slíkari rundferð millum oyggjarnar. Hátíðardámur er yvir bygdini, og hann er ikki minni yvir flotanum, ið umboðar so týdningarmiklar lutir úr okkara søgu. Nólsoyingar stóðu einafremstir í raðnum, tá føroyingar tóku upp aftur siglingina millum lond.

    Nólsoyar Páll stóð á odda fyri at eggja føroyingum til sigling og skipabygging til tess at koma burtur úr teimum trongu bondum, sum einahandilin hevði samfelagið í.

    Hann tók saman við øðrum upp á seg at byggja fyrsta havgangandi far føroyinga í øldir burtur úr rovunum av einum skipi, sum var farið á land í Hvalba. Smíðað varð á Fløtuni fríðu suðuri í Vági, og ”Royndin Fríða” fór úr bakkastokki fyri nærum 210 árum síðani, tann 6. august í 1804. Eigararnir fóru at sigla millum lond við henni at avreiða vørur úr Føroyum og útvega vørur til Føroya.

    Hóast hetta var í trongum tíðum, stríddist einahandilin við hond og fót móti, men krígsumstøður í Norðuratlantshavi gjørdu, at handilin hevði ilt við at halda sínum egna skipasambandi við Føroyar uppi. Tað elvdi til vørutrot og mattrot í Føroyum, og tað lítla, sum ”Royndin Fríða” við bit og slit slapp at sigla, gjørdi góðan mun.

    Siglingin varð Nólsoyar Pálli at bana í 1808, men her var kveiktur ein logi, sum ikki slóknaði aftur. Tað var greitt, at skuldu føroyingar nakrantíð fáa frían handil, so máttu nakrar treytir lúkast. Ein var, at teir dugdu at sigla um høvini og ein onnur, at teir høvdu skip sjálvir.

    Bygdu skip í Nólsoy

    Bróður Nólsoyar Páls, Jákup Nolsøe, og aðrir lærdu føroyingar siglingarfrøði, og Jákup var eisini millum teirra, sum eggjaðu føroyingum til at byggja síni egnu før til sigling og fiskiskap. Nógvum av hesum vóru nólsoyingar uppií.

    Í 1810 bygdu nólsoyingar og suðringar 14 tons stóru ”Nøvendigheden” suðuri í Hvalba. Síðani fóru nólsoyingar at byggja skip her úti á Malarenda. Í 1813 kom skonnartin” Færø”.

    Í 1818 bygdu teir 9 tons sluppina ”Jubelfesten”. Í 1834 vildu myndugleikarnir hava ein yvirdekkaðan bát, tí so nógvar vanlukkur høvdu verið við opnum bátum. Pól í Búð fekk hetta arbeiði, og burtur úr kom ein skonnart upp á 8 ½ tons. Hon fekk navnið ”Nolsøe” og var til fiskiskap í eitt ár. Síðani sigldi hon fyri handilin og var tveir túrar í Hetlandi eftir skifursteini.

    Í 1848 bygdu nólsoyingar sær sluppina ”Haabet”, sum var 16 tons. Hon hevði røðir, so hon kundi rógvast í stilli. Í 1859 bygdu teir eina aðra slupp,. ”Simon Petrus”, sum var um 10 tons.

    Beinleiðis úr slupptíðini

    Tað gekk ikki væl at fáa gongd á fiskiskap undir Føroyum við deksførum, men tær fyrstu neyðugu royndirnar vórðu gjørdar. Sum fráleið fór at bragda, og tí eiga vit enn dagin í dag undangonguskip sum ”Westward Ho” og ”Jóhonnu”, sum komu í flotan stutt eftir, at Trappubrøðurnir í Havn høvdu fingið gongd á sluppfiskiskapin í 1872.

    Hesi bæði skipini hava beinleiðis samband aftur til byrjanina av tí føroyska vinnusamfelagnum, sum vit enn dúva uppá, tó at nýggjar tíðir hava havt við sær nýggj skip, nýggjar fiskihættir, nýggjar fiskileiðir og nýggjar virkingarhættir. Her eru eisini onnur skip, sum umboða yngri tíðir, onnur snið, aðrar fiskihættir og aðra nýtslu.

    Hvørt sum eitt eru tey valaumboð fyri stríð og tíðir, sum hava sett sín egna dám á Føroyar og føroyingin fram í okkara tíð. Dámurin er so ramur, at fólk vilja ikki av við hann. Tí verða skip og deksfør varðveidd í býum og bygdum kring landið og sjálvboðin feløg stovnað at taka sær av hesum.

    Vit lata tøkkina fara til Felagið Træseglskip sum meginfelag fyri hesum átøkum og siga stóra takk fyri tað, sum tit gera fyri at varðveita hesi týðandi minni um farna tíð – tykkum til sóma og okkum øllum til fragd.

    Vandaferð úr Grønlandi

    Nólsoyingar eru tiltiknir bátasmiðir og sjómenn. Jóhan í Garði segðist hava smíðað 1000 bátar, tá hann á ellisárum legði árarnar inn. Ove Joensen róði alla leiðina úr Nólsoy til Keypmannahavnar einsamallur við ”Dianu Victoriu”.

    Útlendingar hava varðveitt skonnartina ”Marité”. Hon varð keypt at nýta til ymisk mentanarlig endamál. Henni vóru eitt nú nólsoyingar við eina vandaferð úr Grønlandi. Teir fingu ein rangan sjógv, sum slongdi ”Íran” hjá miðvingum fyri borð, meðan ”Havtór” hjá nólsoyingum lá og bresti á dekkinum. Við dirvi og mansmóti varð hann høgdur sundur á dekkinum og varpaður fyri borð í fleiri stykkjum. Hetta er alt dokumenterað við myndum, sum sjálvur Ove tók av bátadekkinum.

    Palli hjá Mil á Miðgerði visti, at ”Marité” var góðari lensari, og ætlaði skiparin Edmund í Nólsoy at lensa seg burtur úr vandanum, so mælti hann honum til at hava fulla ferð á motorin. ”Marité” fór nú sum ein skreiðifjøl eftir sjónum, og bert eitt sindur av froða kom fram á dekkið. Soleiðis sigldu teir í 16 tímar til teir komu úr illveðrinum.

    Fjølbroytt bygd

    Nólsoy er ein partur av Havnar kommunu. Vit hava verið saman í eini 10 ár og okkum dámar felagsskapin. Vit hava gott samstarv við bygdafólkið og royna eftir førimuni at stuðla undir at dagføra bygdina. Uttan at reypa, so haldi eg, at tað er farið at síggjast aftur.

    Vit royna eisini at stuðla undir virksemi í Nólsoy til tess at fáa so góðan trivnað, sum til ber. Nólsoy er vorðið rættiligt útferðarmál hjá eitt nú havnafólki. Fólk í øllum aldri, frá barnagørðum til pensjonistafeløg, stevna til Nólsoyar og eru fegin um móttøkuna. Útlendskum ferðafólkum dámar eisini at uppliva friðin og náttúruna í Nólsoy.

    Nólsoyingar hava eitt fjølbroytt felagslív. Her verður dansað, sungið og kvøðið. Her verður granskað á hægsta stigi. Her fer vindmylla at mala nakað skjótt. Her verður sjónleikur spældur, her verður skrivað, málað og yrkt – og tónasmiðirnir gera løg. Her eru øll vælkomin, og nólsoyingar leggja dent á, at gestirnir kenna seg væl.

    Við hesum orðum fari eg at vegna nólsoyingar og Havnar kommunu at bjóða tykkum vælkomnum higar við tykkara snotuliga flota. Ynski tykkum ein góðan steðg – og góða ferð inn á Skálafjørðin seinni í dag.

    ---


    < Tjóðveldi úr breiða samstarvinum | Ólavsøkuballónin sum lekur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR