FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 20.06.2014 | Evni: Býráðið
    Tjóðveldi úr breiða samstarvinum
    Tíðindaskriv frá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu:

    Tjóðveldi úr breiða samstarvinum

    -Uppsøgn av einum av okkara trimum býráðslimun úr breiða samstarvinum er tað sama sum uppsøgn av øllum flokkinum, sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu.

    -Breiða samstarvið hevur tikið stigið um uppsøgnina uttan samráðing við okkum, og tí kenna vit øll trý okkum leys av samstarvinum og fara hereftir at taka støðu í nevndum og býráð frá máli til máls, sigur Jógvan Arge.

    Tjóðveldi hevur frá fyrsta degi havt sín iva um hetta breiða samstarv, men valdi at geva tí ein tjans eftir seinasta val. Síðani hava vit javnan staðfest, at arbeiðslagið hevur ikki verið nóg gott.

    Meiriluti í breiða samstarvinum torpederaði eitt nú hjartamál okkara um Musikkskúlan á mentunarøkinum við Norðurlandahúsið, sum eitt einmælt býráð annars hevði samtykt meir enn eina ferð.

    Eftir valið seinast stóð okkara hugur til at halda fram ta væleydnaðu samgonguna, sum vit í átta ár høvdu saman við javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin vildi hava bæði sambandsflokk og fólkaflokk upp í eisini.

    Tað er greitt, at eitt slíkt breitt samstarv, har allar røddir í einum fólkavaldum forum eru í sama potti, darvar opinleikanum og orðaskiftinum í almenna rúminum um átrokandi og týðandi politiskar spurningar.

    Tjóðveldi í minniluta fer at leggja doyin á at fremja hendan opinleika og hetta almenna orðaskifti til frama fyri kommunu og borgarar.

    Tórshavn 20. juni 2014

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Tórshavn

    Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, Hoyvík

    Jákup Dam, býráðslimur, Kollafirði

    ---


    < Brúgvin um Sandá í ljósmála | Sólin skein á regattuna í Nólsoy >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR