FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • super clone watches


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 10.05.2014 | Evni: Býráðið
    Tilbúgvingardagar í Havn
    Felagið Sløkkiliðsleiðarar og Landsfelag Sløkkiliðsmanna hava tilbúgvingardagar í Havn. Leiðarnir hildu aðalfund í Klæmintsgjógv í Hesti fríggjadagin, og sløkkiliðsmenninir hava kapping og fyrilestrar um tilbúgving í dag. All the best Swiss super clone watches UK are available at the shop site!

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri, beyð leygarmorgunin sløkkiliðsmonnunum vælkomnum til Havnar í Mullers pakkhúsi.

    ”Tað er okkum ein heiður at hava so nógv sløkkiliðsfólk til morgunmatar her í Mullers Pakkhúsi. Hetta hús er nakað av tí besta, sum Tórshavnar Kommuna kann bjóða, tá vit taka ímóti nógvum gestum. Higar bjóða vit drotningum og forsetum – og landsins sløkkiliðsmonnum og kvinnum.

    Tað sigur nakað um, hvussu vit meta tað arbeiði, sum tit gera í tænastu hjá tykkara kommunum. Tað er umráðandi at hava eina góða tilbúgvingartænastu, sum er væl mannað og væl útgjørd. Og sera týdningarmikið er tað, at manningarnar hava umstøður ganga upp í hetta arbeiði við lív og sál.

    Eg átti ein abba sum var sløkkiliðsmaður. Hann kom upp í liðið, tá Tórshavnar Sløkkilið varð stovnað í 1933, og har var hann til sín deyð í 1965. Sløkkiliðið hevði ikki so frægt sum ein bil tey fyrstu árini, men hann legði so onkran av sínum lastbilum til, tá skjótt skuldi berast at.

    Í 1948 fekk sløkkiliðið Bedfordin, sum nú stendur upppussaður á Brandstøðini. Hann var keyptur sum ein bilur uttan last, og brandmenninir sjálvir bygdu hann upp. Hetta var mest áhugaverdi bilur í býnum tá, og tað var ikki sørt, at tú vart errin av, at abbin koyrdi hann.

    Bil Óli var ikki vanur at koyra skjótt, men tá hann setti seg aftanfyri róðrið í brandbilinumm, kendu vit hann ikki aftur. Tá var ferð á gamla, og tað kom meir enn so fyri, at bilurin fór hvínandi um hornini á veg til brandstaðið.

    Í Tórshavnar Sløkkiliði var ein góður andi. Teir hittust nógv á brandstøðini við Varðagøtu um kvøldarnar at røkja amboðini. Eg var onkuntíð við, og tað er ikki at siga, at vit vóru imponerað av bilinum og øllum teimum blonku amboðunum.

    Hugsi, at brandmenninir høvdu veitslu á hvørjum ári. Sjálvur fútin var oddamaður, og stórur dentur lagdur á konurnar – at tær fingu eitt gott kvøld afturfyri tann sakn og kanska trega, sum tann meir ella minni sjálvbodna tænastan hjá monnunum hevði elvt teimum.

    Havi sæð í onkrum pappírum, at abbi ofta hevði til uppgávu at halda røðuna fyri konunum ella damunum. Í notatum, sum lógu eftir hann, sæst, at røðurnar vóru líka væl uppbygdar sum Emma Gad mælti til í sínari bók um góðan sið.

    Søgan um sløkkilið í Havn er nógv longri enn søgan um tað, sum eitur Tórshavnar Sløkkilið. Tað eru hálvtfjórðahundrað ár síðani Havnin fekk síni fyrstu sløkkiamboð. Tað var ein sproyta, sum kom úr Keypmannahavn í 1776. Hon er til enn og verður stundum víst fram.

    Tá kongaligi handilin varð niðurlagdur 80 ár seinni, yvirtóku havnarfólk amboðini og fingu álagt at gjalda raksturin. Menn vóru tilnevndir at taka sær av teimum ymsu uppgávunum, tá eldur var í, og teir høvdu stundum eisini sproytiroyndir.

    Ein av hesum royndum var her í Rættará í 1879. Hon bleiv umrødd í Dimmalætting, sum heitti á kommununa um at gera brandmonnunum greitt, at royndirnar vórðu ikki hildnar til stuttleika, men fyri at kanna eftir, um sproyturnar riggaðu.

    Dimma vildi vera við, at menn høvdu ov góðan hug at spæla við amboðini, og at teir brutu summi teirra á veg til hús aftur. Men undirhald var tað fyri allar pengarnar. Mannfjøldin var stór og áskoðararnir vóru oystir undir í vatni. Ongin varð kortini átalaður, um hann ella hon kom heim við karmi ein slíkan dag.

    Sløkkiútgerðin hevur somu atdráttarmegi í dag. Tá brandbilarnir fara í flokki og rað gjøgnum býin, spíla serliga børnini eyguni upp, og tann ultimativa upplivingin er at sleppa inn í bilarnar at trýsta á floytuna.

    Hetta Mullers pakkhús yvirtók Tórshavnar kommuna frá arvingunum eftir handilsmannin, politikaran og sýslumannin Sørin Muller. Hann var eisini reiðari og umboðaði salt frá Miðalhavinum. Pakkhúsið er í trimum hæddum. Tann ovasta hæddin var seglloft, og har síggjast enn klyvarnir hjá gomlum havnarskipum sum Grundick, Prinsesse Maria og fleiri.

    Miðhæddin var til útgerð og proviant, og hendan niðasta hæddin var saltgoymsla. Her var saltið trillað inn, tá tað kom, og hiðani varð tað trillað umborð á skipini, sum lógu við stabban her niðanfyri.

    Mullers reiðarí gavst við skipum og skipsútgerð eftir seinna heimsbardaga, og síðani hevur húsið verið brúkt til mangt og hvat, serliga goymslu. Tórshavnar havn keypti tað, og seinni hevur kommunan yvirtikið. Endmálini hava verið fleiri. Eitt er at hava eitt høli, har nógv fólk kann savnast, og eitt annað at skapa eitt siglingarsavn um bátar og skip og tað, sum har til hoyrir.

    Vit eru, sum tit síggja, komin væl á veg við samkomuhølinum, meðan tað framvegis knípur við at innrætta siglingarsavnið. Men her í grannalagnum við Høgukei hevur tann kommunala sluppin Westward Ho fast atløgupláss, og her liggur deksbáturin Fram, sum kommunan eigur. Onnur veteranskip eru eisini at síggja eins, og Norðlýsð plagar at hava vetrarlegu undir liðini Westward Ho.

    Meðan vit eru við søvnini, so fari eg at nevna, at sløkkiliðið hevur gjørt almikið við at varðveita tann útbúnað, sum hevur verið brúktur í fleiri hundrað ár, men vit kundu verið komin longur fram á leið við varandi hølum til hetta áhugaverda savn.

    Vónandi verður tað stigið tikið nakað skjótt.

    Vælkomin á tilbúgvingardagarnar og góða eydnu við tiltøkunum í dag – eisini kappingini at leggja slangur út. Er tað nakað, sum tit eiga at duga og tað væl, so er tað at fáast við brandslangur.

    Havið ein góðan dag.

    ---


    < Tórshavn Open í dart | Musikkskúli í útlegd >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR