FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 10.05.2014 | Evni: Býráðið
    Tórshavn Open í dart


    Havnar Dartfelag heldur sína fyrstu kapping í nýggjum hølum í dag. Felagið hevur innrættað sær nýggju hølini í húsunum Handan Á nr. 1, og har var fult av fólki úr øllum landinum møtt til kapping í dag. Hølini eru snotilig og skivurnar eru einar tíggju í tali.

    Jógvan Arge, varaborgarstjóri, setti Tórshavnar Open fyrrapartin.

    ”Hetta er ein stórur dagur fyri Havnar Dartfelag. Hesi nýggju hølini eru prógv um, at í felagnum eru fólk, sum eru hugaði fyri, at ítróttagreinin og ítrivið skal liva sítt fríska lív aftur.

    Tað vóru dagar, tá dartfeløgini vóru mong kring alt landið. Tey sovnaðu av einihvørji grund, men seinastu árini eru fleiri feløg endurstovnað og hava tikið bæði venjingarnar og kappingarnar uppaftur.

    Vit hava eisini upplivað, at nýtt dartfelag hevur tikið seg upp í kommununi. Tað er dartfelagið í Kaldbak, sum bara hevur nakrar fáar mánar á baki. Øll kunna spæla dart, og tey allarflestu av okkum hava roynt tað.

    Sigi fyri meg, at vit spældu nógv dart í skótahúsinum. Summir vóru sera beinraknir, meðan aðrir raktu minni væl. Men hetta var bæði stuttligt og spennandi.

    Útgerðin til dart er ikki tað dýrasta, sum finst, og tí hanga dartskivur í mongum húsi til bæði børn og vaksin at stytta sær stundir við.

    Eg skilji, at tað eru eisini fólk, sum fyrr hava verið í dartfelag, ið hugsa sær við darti heima við hús. Í áravís hevur granni mín í Stoffalág verið í bólki saman við øðrum, sum skiftast um at hýsa teirra privatu kappingum. + Neyvleikin er kanska nakað ymiskur. Onkur er millum bestu dartspælarar í landinum, aðrir eru minni tryggir á hondini. Kanska er ein lítil løggur við, um teir hittast leygarkvøld, men teir hava eina fasta avtalu um, at teir gevast í stundini, tá teir raka fótpanelið.

    Kappingin, sum er her í dag, er endabresturin á kappingarárinum, og vinnarin fær eina ferð til Vejle Open. Sostatt liggur ein ávís menningarætlan í kappingini.

    Havnar Dartfelag hevur gjørt nógv burtur úr fyriskipanini. Limir og onnur áhugað hava í allan vetur rokast fyri at fáa hølini klár. Í øllum lítillætni kann eg skoyta upp í, at Tórshavnar kommuna letur ein part til leiguútreiðslurnar til hesa dreymahøll.

    Síðani Havnar Dartfelag varð endurstovnað hevur tað skipað fyri regluligum kappingum, men felagið vónar, at dartkappingar kring landið taka seg upp aftur frá komandi kappingarári.

    Eg fari at ynskja felagnum til lukku við teimum nýggju hølunum. Fari at bjóða tykkum øllum vælkomin í nýggju hølini hjá Havnar Dartfelag. Við hesum orðum er kappingin Tórshavn Open sett.

    Og ansið væl eftir fótpanelinum!"

    ---


    < Flaggsøgan um Merkið | Tilbúgvingardagar í Havn >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR